Ukrainskir myndugleikar hava í dag heitt á barnafamiljur og veik í býnum, Kupjansk, um at rýma úr býnum.
Býurin liggur á hermótinum millum ukrainskar og russiskar herdeildir har eysturi í Ukraina.
- Vit eru byrjaðir eina kravda flyting av familjum við børnum og veikum úr Kupjansk, siga lokalu myndugleikarnir í Kharkiv-regiónini.
Russar hava hert álopini í økinum seinastu tíðina, og myndugleikarnir eru farnir at ivast í trygdini hjá barnafamiljum og fólki, sum ikki eru so væl fyri likamliga.
Guvernørurin í Kharkiv, Oleh Synegubov, segði fyrr í dag, at regiónin er undir áhaldandi álopum frá russiskum herdeildum.
Russar rýmdu úr Kupjansk og øðrum býum í landnyrðingspartinum av Ukraina í september, tá ukrainskar herdeildir róku teir úr økinum.
##med2##
Men, nú verður stúrt fyri, at russiskar herdeildir enn einaferð kunnu taka býin, og tí skulu barnafamiljur og fólk við avmarkaðum førleikum rýma úr býnum.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.
Vit kunnu leggja aftrat, at í Kupjansk búðu stívliga 27.000 fólk fyri russisku innrásina hin 24. februar í fjør - ella fyri einum góðum ári síðan.
##med3##