Hesum boða ukrainskir myndugleikar frá sambært tíðindastovuni Reuters í dag.
Álopið verður lýst sum massivt.
Sambært borgarstjóranum í Kiev, Vitalij Klitschko, doyði ein persónur í álopunum.
Sambært loftverjuni í Ukraina vórðu rakettir eisini sendar móti Kiev.
Russland hevur ikki gjørt viðmerkingar til ukrainsku fráboðanirnar.
Sambært varaforsætisráðharranum, Oleksij Kuleba, løgdu álopini yvir 1,2 milliónir húsarhald í Ukraina uttan streym, harav 800.000 í høvuðsstaðnum í landinum, Kiev.
/Ritzau/










