Tað er orskað av eini »versnandi« hernaðarligari støðu.
Soleiðis vóru boðini í dag frá ukrainska verjustjóranum, Olaksandr. Syrskyj, í eini dagførin á sosialum miðlum.
Russiskar deildir hava í eina tíð tikið seg fram har eysturi.
Stríðið stendur nærindis Tjasiv Jar og í ein landnyrðing úr Avdijivka, sum russiskar deildir tóku í februar.
Í síðstu viku setti amerikanski forsetin, Joe Biden, undirskrift sína á ein lógarpakka, sum millum annað tryggjaði yvir 400 milliardir krónur í hernaðarhjálp til Ukraina.
/ritzau/