Ukrainsku herdeildirnar halda sína støðu í Kursk

Tað var í august, at ukrainskar herdeildir tóku seg inn í russiska Kursk-landslutin, og enn hevur ikki eydnast russum at reka ukrainsku deildirnar úr aftur landslutinum

Ukrainski forsetin,  Volodymyr Zelenskyj, sigur í video-talu til ukrainska fólkið í dag, at ukrainsku herdeildirnar framvegis halda støðuna í russiska Kursk-landslutinum.

 

- Russisku herdeildirnar hava roynt at rikið okkara deildir burtur úr landslutinum, men tað hevur ikki eydnast, og okkara deildir halda framvegis sína støðu í Kursk, sigur forsetin.

 

Útsøgnin hjá ukrainska forsetanum kemur, eftir at russiska verjumálaráðið í gjár segði, at russisku deildirnar hava tikið tvær bygdir aftur í Kursk-landslutinum.

 

Tað var í august í ár, at ukrainskar herdeildir tóku seg inn í russiska Kursk-landslutin, og her hevur Ukraina havt ræðið á einum landaøki, sum er umleið støddina av Føroyum.

 

- Tá ræður um átakið í Kursk, royndi russiski herurin at trýsta okkara herdeildir aftur, men vit halda støðuna, segði ukrainski forsetin í sínari dagligu video-røðu í dag.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.