Ull til heiður og æru


Føroyska ullin, sum á dag fyri stóran part verður koyrd burtur, skal gagnnýtast, sigur arbeiðsbólkur, sum landstýrismaðurin við vinnumálum hevur sett

Landbúnaður


Føroyska ullin skal ikki koyrast burtur, sum mangastaðni verður gjørt í dag. Hon skal savnast inn og gagnnýtast, stendur í tilmæli, landsstýrismaðurin við vinnumálum hevur fingið frá arbeiðsbólki, sum hevur viðgjørt málið.
Arbeiðsbólkurin er samdur um at mæla landstýrismanninum til at játta eina hálva millión krónur árliga í fimm á til eina verkætlani við eini ullarmóttøku.
Hendan móttøkan skal virka eina tveir-tríggjar mánaðar árliga. Ta tíðina, gingið verður á fjall um summarið, og meðan ullin verður savnað.
Føroysk ull er ikki bara ull sum so, tí seyðurin er óvuliga ymiskt littur. Tí má stórt arbeiða gerast fyri at skilja ullina. Ikki bara í góðskuflokkar, uttan eisini í litir.
Alt hetta arbeiði skal gerast á ullarmóttøkuni, og tann parturin av ullini, sum ikki kann nýtast, skal so fyribeinast.
Umframt skal ullarmóttøkan eisini átaka sær at turka og senda ullina víðari til virki ella aðrar keyparar.
Tað áliggur eisini seyðaánaranum at viðgera ullina og handfara hana soleiðis, at bara fyrsta floks vøra fæst burturúr. Hesum skulu teir stuðlast í, verður sagt í tíðindaskrivi, sum Vinnumálastýrið hevur sent út í samband við verkætlanina, farast skal undir.
Ullin, sum tikin verður, skal avroknast eftir dygd. Tí er sjálvsagt, at tann besta ullin, fær besta prísin.
Sagt verður í tíðindaskrivinum, at miðað verður eftir, at ullarmóttøkan skal rekast á handilsligum grundarlagi, men at ein minstiprísur tó verður ásettur.
Nevnt verður í viðmerking, at prísurin, sum í dag er galdandi, er fýra krónur fyri kilog, og verður tí gingið út frá, at hesin prísur verður settur sum minstiprísur frá ullarmóttøkuni.
Seinnu árini hevur føroysk ull ikki verið serligt í metum, sæst á teimum rúgvum, sum liggja víða hvar við rættirnar ymsastaðni í landinum.
Føroyingar hava heldur ikki gjørt nakað soleiðis fyri at fáa nakað burtur úr ullini. Hugsað hevur verið um kjøt. At fáa so nógva vekt sum gjørligt upp á krovið.
Ullin er so komin í aðru røð, ella als ikki hugsað um. Tað kemur til dømis týðuliga til sjóndar í litinum, føroyski seyðurin hevur. Her verður einki kynsbótararbeiði gjørt til tess at fáa einlittan seyð. Og tað sum verri er - ikki bara fyri ullina og ullarmóttøkuna, uttan mest fyri seyðin sjálvan - eru tær mongu pesjurnar, sum eru at síggja ymsastaðni.
Eitt er, at menn ikki tíma at taka ullina upp av rættini, tí tað ikki loysir seg. Men at heilar gongur ganga við pesju, tí ikki verður roytt á sumri, líkist ikki nøkrum. Haðani er so einki at vænta til nakra ullarmóttøku heldur enn skinnasølu á heysti.