Ulrik Balling til NSÍ

Um væl letur til, so verður danski framherjin eisini við runavíkingum í seinnu hálvu

NSÍ og danski framherjin Ulrik Balling eru komin ásamt um ein fyribils leigusáttmála. Runavíkingar skulu á Ólavsøku leika steypafinalu, og sum liður í at styrkja um liðIð, hevur NSÍ ognað sær Ulrik Balling.

Eftir, at tað gjørdist greitt ,at bæðI Sonni L. Petersen og Óli Hansen eru leikbannaðir á Ólavsøku, hevur NSÍ verið úti um seg, og leita eftir álopsspælarum. At valið fall á Ulrik Balling er ikki heilt óvænta, tí hann er í løtuni ikki knýttur at nøkrum felag, og tí gjørdist hann ikki so kostnaðarmikil.

Fyribils avtalað er gjørd um, at Ulrik Balling verður við í steypafinaluni, men í Runavík vóna tey, at hann eisini er við á liðnum í seinnu hálvu

Skal við til Íslands
Ulrik Balling kom til Føroya í Í gjár, og nýggji NSÍ-álpsleikarin skal við runavíkingum á venjingarlegu í Íslandi. Runavíkingar fara at fyrireika seg til finaluna í átta dagar í Íslandi.

Eftir ætlan skulu runavíkingar spæla tveir venjingrardystir á venjingarleguni, og spennandi verður hvussu Ulrik Balling fer at standa seg.

Runavíkingar hava ongantíð verið í finaluni um løgmansteypið, og at teir nú hava valt at fara til Íslands, ber boð um, at teir leggja nógv fyri at tryggja sær, fyri fyrstu ferð í søgu felagsins, ein sess í Europa Cup.

Hevur verið á danska U-21 landsliðnum
Seinastu árini hevur Ulrik Balling verið knýttur at Vejle, har hann hevur verið drúgvur at skotið mál. Hann er 27-ára gamal, og umframt Vejle, hevur hann eisini umboðað Slagelse, Næstved, Tromsø í Noregi og FC Århus. Hann hevur spælt tveir U-21 landsdystir fyri Danmark, og hevur skotið eitt mál.

Orskaka av vánaligu fíggjarstøðuni hjá Vejle, varð hann leysgivin av felagnum í mei-mánaðI. Felagið hjá Christian Høgna Jacobsen mátti tí tungu leið niður í 1.deild íár, og tí mátti sleppa sær av fleiri spælarar, og harímillum Ulrik Balling.