Um hví eg ”verji” landsstýrið í donskum sjón- og útvarpi í dag

Javnaðarflokkurin tekur frástøðu frá russlandspolitikkinum. Hann er patetiskur og pínligur. Men landsstýrið skal ikki lastast fyri nakað, tað ikki hevur gjørt

Um hví eg ”verji” landsstýrið í donskum sjón- og útvarpi í dag Javnaðarflokkurin tók greiða frástøðu frá tí, sum umboð Fólkafloksins í Uttanlandsnevnd Løgtingsins segði, tá Russland gjørdi klárt at leypa á Ukraina og allur heimurin hugdi at við ræðslu: Nevniliga at russar vóru okkara vinir, og at vit ikki skuldu venda okkum ímóti teimum.

 

Javnaðarflokkurin tók eisini frástøðu frá tí, tá ein landsstýrismaður hjá Fólkaflokkinum – ovasti myndugleiki floksins á økinum – eftir at kríggið hevði vart í drúgva tíð segði seg ivast í, um vit skuldu gera nakað, tí tað er jú altíð kríggj onkrastaðni í heiminum.

 

Kríggið í Ukraina er ikki sum einhvørt annað kríggj. Tað er eitt óprovokerað álopskríggj í Europa. Ein humaniter katastrofa. Eitt álop á sjálvt grundarlagið undir stabilitetinum í okkara heimsparti. Putin hóttir onnur við atomkríggi, um hann verður steðgaður við harðari hond. Og kríggið kann føra til hungursneyð nógvastaðni, tí ukrainska matframleiðslan kann steðga.

 

Javnaðarflokkurin tekur eisini frástøðu frá tí, tá løgmaður sigur, at møgulig føroysk tiltøk bara skulu raka fólkini kring Putin beinleiðis. Hetta er patetiskt. Næstan einki kann raka Putin beinleiðis. Tað snýr seg um at raka búskapin. Og harvið russiska stýrið og russisku krígsmaskinuna – óbeinleiðis.

 

Tað er gott, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum roynir at fáa heimild at seta tiltøk í verk. Men tað er ilt at siga, hvat heimildin skal brúkast til, tí hann hevur aldrin sagt greitt, hvat hann ætlar og vil. Tað hevur løgmaður heldur ikki.

 

Og eftir at kríggið hevur vart í meira enn tveir mánaðir, hevur landsstýrið framvegis ikki fingið heimild frá løgtinginum at gera nakað sum helst. Orsøkin til hetta drál er ikki andstøðan á tingi. Øll, sum fylgja við, munnu vita, hvør orsøkin er. Tað er bara at lurta eftir, hvat teir leiðandi menninir í størsta samgonguflokkinum siga.

 

Javnaðarflokkurin gjørdi straks greitt, at okkara søla til Russlands eigur at steðga við eini politiskari avgerð. Tað hevði verið eitt greitt signal. Og sum William Heinesen segði í sendingini í gjárkvøldið: Tað hevur týdning, at sjálvt tey minstu samfeløgini vísa eitt andlit, sum er á friðarins og ikki á krígsins síðu.

 

At Týskland keypir russiskt gass fyri hálvaaðru milliard um dagin er syndarligt. Týskland er enda í eini ólukkuligari fellu, og stendur í eini forferdiligari tvístøðu: At keypa russiskt gass – ella lata landið steðga upp.

 

Men hetta kunnu vit einki gera við. Tað nyttar einki, at vit peika at øðrum – og annars hevur Týskland tikið veldug stig á øðrum økjum. Vit mugu gera tað, sum vit kunnu. Tað er at steðga handlinum við lóg. Og tað gera vit ikki.

 

Nú er handilin mest sum steðgaður upp av sær sjálvum. Men eingin politisk avgerð er tikin. Tað er lítið virðiligt. Nú missa vit í bæði borð: Vit missa inntøkurnar av søluni til Russlands – og vit skaða okkara egna umdømi.

 

Ta alt hetta er sagt, so hevur landsstýrið ikki brotið ta lyfti, sum Jenis av Rana gav beint eftir at kríggið byrjaði: Vit fylgja ES.

 

At russisk skip eru í Føroyskum havnum, er IKKI formligt brot á tað, sum ES hevur viðtikið, tí tað sum hendir her, er ikki fevnt av tiltøkunum. Tað er ið hvussu er tað, sum landsstýrið sigur seg hava fingið boð um. Og tí má mann trúgva.

 

So tá eg eri spurdur farnu dagarnar, hví vit bróta viðtøkurnar hjá ES og lata føroyskar havnir vera opnar fyri russiskum skipum, so hevur svarið verið, at tað gera vit ikki. Tað var tað eisini, tá eg tosaði við TV-avísina í morgun og tá eg tosaði við útvarpið hjá DR í morgun.

 

Brotini eru her:

 

 

 

Her er leinkja til sjónvarpsinnslagið. Tað byrjar á 10:16 og er ca 3 min.: https://www.dr.dk/drtv/se/tv-avisen_-kyiv-angrebet-under-guterres-besoeg_312687

 

 

 

Her er leinkja til útvarpsinnslagið. Tað byrjar á 02:07:00 og er knappar átta minuttir: https://www.dr.dk/lyd/p1/p1-morgen/p1-morgen-2022-04-29