Tvær ferðir innan heilt stutta tíð er herverk framt á eini sethús í Lamba. Fyrru ferðina var á summarmála 21. juni, tá fleiri rútar á síðuni oman móti vegnum vórðu knústir í kjallaranum og í stovuhæddini. Løgreglan veit ikki, hvør gerningsmaðurin ella gerningsmennirnir eru, og eigarin, Bjørn Finnsson, ivast í hvør orsøkin man vera til at hetta herverkið er framt.
- At tað hendir einaferð er sjálvandi keðiligt, men slíkt hendir av og á. Húsini eru tryggjaði, og tryggingin tók við, soleiðs at allir rútarnir vóru skiftir, sigur Bjørn Finnsson.
Ivast í motivinum
Men longu leygardagin, 5. juli, varð aftur ein rútur knústur í kjallaranum. Allir rútarnir vóru júst tiknir burtur og nýggir settir í, og húsini vóru aftur nýtilig. Men tá sonur Bjørn Finnsson, Bergmann Finnsson, kemur á staðið aftur leygardagin eftir, er aftur ein rútur knústur, og steinurin liggur á kjallaragólvinum. Húsini eigur Bjørn Finnsson, sum býr í Kvívík. Hann hevur leigað húsið út til Jehova Vitni, og hann ivast í, um hetta hevur nakað við málið at gera.
- Eg veit ikki, um tað at Jehova Vitni eru í húsinum, hevur nakað við málið at gera. Har eru jú summi, sum hava ilt av trúðarbólkinum, og ivasamt er, um hetta er orsøkin til herverkið. Eg veit tað ikki, men hetta er væl hugsandi, greiðir Bjørn Finnsson frá.
Løgreglan stendur á berum í málinum, sigur Bjørn Finnsson, og gerningsmaðurin ella gerningsmennirnir eru enn ókendir.
Ikki fyrstu ferð
Herverkið, sum nú er framt á húsini, er ikki tað fyrsta, ið Bjørn Finnsson hevur verið úti fyri við hesum húsunum. Har hevur fyrr verið innbrot, tá ein tjóvur fyrst royndi at bróta seg inn gjøgnum kjallaran, men varð forðaður av gólvlemminum í uppgongdini. Hann gavst tó ikki so, og soraði rútin í høvuðsdyrnum, og slapp so inn tann vegin, og slapp avstað við nakað av brennivíni, ið stóð í húsunum. Tað málið er tó uppklárað, og gerningsmaðurin er tikin.
- Tað er rættiliga keðiligt at koma út fyri slíkum. Eg búgvi í Kvívík hjá konuni, og havi tískil langan veg at koyra til húsini. Tí er tað rættiliga keðiligt, at eg ikki kann føla meg tryggan við, at húsini hava tað gott, og at sonur mín, Bergmann Finnsson, sum býr á Glyvrum, verður noyddur at hava eftirlit við húsunum. Ein skuldi trúð at sovorið fekk frið, men soleiðs er bara ikki, fortelur ein harmur Bjørn Finnsson at enda.