Umfatandi rættargangslóg fyri Føroyar er samtykt

Nýggja lógin hevur eitt nú við sær, at vanligir borgarar kunnu taka lut í rættarmálum sum dómsmenn

Týsdagin samtykti danska Fólkatingið einmælt eina nýggja rættargangslóg fyri Føroyar. Nýggja lógin er ein nútímans dagføring av gomlu lógini, sum hevur verið galdandi, síðan hon varð samtykt í 1988, har einans heilt fáar broytingar hava verið framdar seinastu 32 árini.

Talan er um eitt sera stórt og umfatandi lógarverk við fleiri enn 600 síðum og fleiri enn 1.100 greinum. Lógaruppskotið um rættargangslógina telist við hesum millum størstu og mest umfatandi lógaruppskotum í donsku søguni. 

Hetta er samstundis størsta broytingin í føroysku rættarskipanini í meira enn 30 ár.

Rættargangslógin inniheldur eitt nú reglur um, hvussu rættarmál í Føroya Rætti skulu viðgerast, um uppgávur hjá advokatum og um arbeiðið hjá politinum og ákæruvaldinum í revsimálum. 

Síðan 2017 hevur arbeitt verið upp á uppskotið til nýggju rættargangslógina. Lógin bleiv samtykt í Føroyum síðst í fjør, og nú er hon so eisini samtykt í Fólkatinginum.

Nýggja rættargangslógin kemur í gildi 1. januar 2021.

Nógvar broytingar

Ein stór broyting, sum nýggja lógin hevur við sær, er, at vanligir borgarar kunnu fáa størri leiklut í rættinum í Føroyum sum dómsmenn. Dómsmenn eru vanligir borgarar, sum taka lut í rættarmálum eins og teir við løgfrøðiligari útbúgving. 

Í viðgerð av borgarligum málum í Føroya rætti kann rætturin í ávísum førum verða settur við 3 dómarum. Í nevningamálum í Føroya rætti luttaka 3 dómarar og 6 nevningar, og í dómmansmálum luttaka 1 dómari og 2 dómsmenn. Próvmetingin í nevningamálum fer eisini at kunna kærast til hægri rætt.

Sum støðan er nú virka borgarar í Føroyum bara sum leikdómarar í nevnigamálum, har teir verða nevndir »nevningar«. Nevningamál eru revsimál, har ákærumyndugleikin krevur í minsta lagi fýra ára fongsul - tað kann vera mál um neyðtøku, drápsroynd og dráp. 

Nýggja rættargangslógin inniber, at í revsimálum luttaka dómsmenn í øllum revsimálum, har tað kann verða talan um revsing í 6 mánaðar ella longri. Í einum nevningamáli kann ákærdi avgera, at nevningamálið skal viðgerast sum dómmansmál. 

Nærri reglur verða eisini um útnevning av sakkønum dómarum í landsrættinum og í Føroya rætti í einstøkum málum. Reglurnar um afturlating av hurðum, navnaforboð og samskifti við fartelefon o.a. meðan rættarfundur verður hildin, eru meira nágreiniligar og víðkaðar. Eisini eru nýggjar reglur um innlit í skjøl hjá dómstólunum.

Ein onnur broyting er, at starvið hjá Fútanum verður skipað sum eitt politistjórastarv.

Den Uafhængige Politiklagemyndighed (DUP) skal framyvir viðgera klagur og fráboðanir um revsiverd viðurskifti, sum starvsfólk í føroysku løgregluni hava framt. 

Reglurnar um yvirhoyring politianna eru broyttar og víðkaðar. Reglur eru undir hvørjum treytum tað kunnu setast tiltøk í verk fyri at skunda undir, at onkur fremjur ella heldur fram við einum lógarbroti.

Reglurnar um rættarverjuvarðhaldsfongsling eru víðkaðar í ávísum førum – serliga í samband við kynsbrotsverk. Eisini eru reglurnar um avbyrging í fongsli herdar, og reglurnar um rannsókn og inndrátt eru broyttar. Nýggjur partur um onnur sakargranskingartiltøk, m.a. fotografering av skuldsetta, fráboðan um viðurskifti hjá skuldsetta og um inntriv mótvegis persónum undir 15 ár.