Stendur tað til samgonguna í Tórshavnar býráð millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, skal skattaprosentið lækka næsta ár, men enn er ikki greitt, hvussu stóra lækking, talan verður um.
Inntøkurnar frá kommunuskatti í 2017 eru mettar at hækka 5,6 prosent, samanborið við í ár, og byggir henda inntøkumeting á framrokning frá TAKS, umframt eina hækking upp á tvey prosent.
Fíggjarætlanin er løgd við tí fortreyt, at skattaprosentið verður verandi 19,75 prosent,men nú skulu tær ymsu nevndirnar hjá býráðnum finna pengarnar, ið kunnu geva lækkingina.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, greiddi nærri frá í tíðindunum á Rás 2 klokkan 11.