Tað var ikki tann langa løtan, ið B36-leikarin, Robert Heðin Brockie, slapp at vera vøllinum í minniligu finaluni um Løgmanssteypið ímóti HB leygarkvøldið. Hann varð innskiftur í 85. minutti, og minuttin seinni, í 86. minutti, varð hann rikin av vølli.
- Í fyrsta opna spælinum kemur ein langur bóltur úr HB-verjuni. Eg royni at time'a bóltin sum frægast, men eg glíði samstundis sum eg skal fara upp í luftbóltin. Tá eg reisi meg aftur, er HB-spælarin eitt vet frammanfyri meg, og tí velji eg at hála eitt sindur í troyggjuna hjá honum fyri ikki at lata hann sleppa, greiðir Robert Heðin frá um hendingina.
Tað var Grétar Snær Gunnarsson, sum var um reppið at renna seg í góða støðu, og fyri at halda í blusuni hjá honum fekk Robert Heðin beinleiðis reytt kort frá dómaranum, Kára J. á Høvdanum. B36 var hesa løtuna aftanfyri 2-1, so tíðin var knøpp.
- Eg skundaði mær at renna av vøllinum, so at vit kundu fáa so nógva tíð sum gjørligt at spæla í. Eg setti meg inn í skifingarrúmið og var heilt skelkaður. Alt gekk so skjótt. Eg umhugsaði at fara beint avstað, greiðir Robert Heðin víðari frá.
Lesið alla samrøðuna við Robert Heðin Brockie í dagsins Sosiali, har hann greiðir enn nærri frá hvussu hann upplivdi endan á steypafinaluni – eitt nú um sms-boð, sigursskrál og longdu leiktíðina.