Barack Obama og ráðgevar hansara í Hvítu Húsunum hava hug at taka teir amerikonsku hermenninar úr Afghanistan skjótari enn ætlað. New York Times skrivar, at summir av ráðgevum forsetans halda, at USA avgreiða afturtøkuna úr Afghanistan eitt sindur skjótari enn ætlað, nú Osama bin Laden er deyður. Sambært keldunum hjá blaðnum skulu nakrir embætismenn fyrireika eitt uppskot til forsetan, og hann skal so taka støðu seinni í mánaðinum.
Eftir teirri upprunaligu ætlanini skuldi USA taka millum 3.000 og 5.000 hermenn úr Afghanistan í summar.
Síðani í fjør hevur USA havt umleið 100.000 hermenn í Afghanistan. 30.000 komu afturat í fjør.