Umhugsar at halda fram

Sigfríður S. Clementsen hevur sáttmála við TB restina av kappingarárinum.

Sigfríður S. Clementsen hevur staðið á odda fyri TB í fimm dystum síðani hann tók við eftir Robert Roelofsen, og við 1-0-sigri á Skála í gjár er TB nú átta stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.


Sigfríður sigur seg trívast væl á Tvøroyri, og í Sosialinum í dag avdúkar hann, at tað er møguleiki fyri at hann heldur fram eftir hetta kappingarárið.


- Enn hava vit ikki snakkað um tað. Eg havi sáttmála árið út, og tað fyrihaldi eg meg til. Men fái eg tað bjóðað, er tað avgjørt nakað eg fari at umhugsa, sigur hann.


Spurninginum svarar Sigfríður í “5 skjótir” í Sosialinum í dag. Har metir hann eisini um hvussu nógv stig TB skal hava fyri at lívbjarga sær, umframt at hann avdúkar hvønn hann hevur sum FM-favoritt.