Umhugsar endurgjald

Hildebrand Andreassen, sum byggir tvíhúsini við Garðavegin í Klaksvík, sigur, at hann fær onki gjørt so longi sum málið ikki er endaliga avgreitt. Hann sigur, at hann er í einari dýrari bíðustøðu, sum nú er, og hann dylir ikki fyri, at hann umhugsar møguligt endurgjaldskrav

Klaksvík:
? Eg havi ikki fingið nakað endaligt at vita enn. Gott nokk havi eg fingið brævið frá Innlendismálaráðnum, men tá tað er kommunan, sum hevur givið mær byggiloyvið, so er tað vælsaktans hon, sum eisini skal boða mær frá, at tað er burtur, sigur Hildebrand.
Hildebrand er sera vónbrotin av hesum, og noktar hann ikki fyri, at hann umhugsar møguligt endurgjaldskrav.
? Tað kemur nú ann uppá, hvat hetta endar við. Men eg varð steðgaður í mínum arbeiði um hálvan mai, so tað gongur á fjórða mánaði nú, sigur Hildebrand Andreassen.
Hann sigur, at um hatta ikki kemur ígjøgnum, ber ikki til hjá honum at byggja eini tvíhús. Men hann eigur grundstykki, og væntar hann, at hann kortini fer at byggja á tí.
? Men eg sleppi onki, sum nú er, so longi málið ikki er endaliga avgreitt. Ikki so frægt sum at taka formarnar niður, sleppi eg, greiðir hann frá.
Hann hevur miklan ampa av tí, tí at beint við økið liggur eitt spælipláss, og har spæla nógv børn.
? Eg toli ikki tankan um, at onkur børn, sum spæla í grundini og klintrast har, møguliga detta og koma til skaða, so eg havi teknað eina trygging, sigur hann.

Lægri enn ætlað
Hildebrand greiðir frá, at tvíhúsini eru gjørd lægri fyri nevniliga ikki at órógva grannarnar.
? Tey kundu væl verið hægri, men tað vildi eg ikki, tí tað er so keðiligt fyri grannarnar, tí eru húsini longd fýra metrar ístaðin, sigur hann.
Hetta kostar honum nógvar pengar, at alt bara stendur í hálvum gekki, og hann ikki sleppur at gera nakað sum helst. Og skilir hann ikki, hví tað skal verða so trupult, tá kommunan longu hevur spælt út, at hon ikki ætlar sær at nýta økið til parkeringspláss.
Ei heldur væntar Hildebrand, at um hann hevði roynt at selt grundøkið, at nakar áhugaður keypari hevði verið við verandi støðu.
? Eg meini so við, hvør hevði tímað at keypt hetta grundøkið, sum so nógv rokilsi er av, spyr hann og leggur so afturat, at tað er løgið, tá grannar í økinum, sum sjálvir búgva í húsum, sum møguliga hava fingið frávik, gera vrøvl um hansara.
? Ofta sær ein ikki bjálkan í eygunum hjá sær sjálvum, men flísina hjá hinum beinanvegin, heldur Hildebrand Andreassen fyri.

Inn í býin at búgva
Ætlaninar hjá Hildebrandi við tvíhúsunum var, at hann sjálvur skuldi búgva í aðrari helvtini, og so sonurin í hinari.
? Vit búgva jú heilt uttast á Bumshamri, so vit sóu hetta sum ein góðan møguleika til at flyta inn í býin at búgva. Men ístaðin eru vit endað í hesu óluksáliga keðiligu støðuni, og kenna okkum hálvavegna sum "forbrydarar", sigur ein vónbrotin Hildebrand Andreassen í telefonini. Hann var burtur í feriu í nakrar dagar, men hann ætlar at fara at tosa við kommununa, tá hann kemur aftur til Klaksvíkar.
.