Umhvørvisárinsmeting av nýggjum havnarlagi Undir Gøtueiði í hoyring

Eysturkommuna hevur, saman við felagnum 24.04.2023 P/F, ætlanir um at fara undir nýggja havnarverkætlan norðan fyri bygdina Undir Gøtueiði. Umhvørvisstovan boðar frá at ætlanirnar eru farnar í hoyring

Nýggja kaiin verður sambært ætlan staðsett á matrikkul 334b og matrikkul 334c í Syðrugøtu.

 

Ætlanin er at gera sonevnda spunskai til vinnuvirksemi og frystitunlar. Roknast kann við, at upp til 30prosen av víddini á havnarlagnum verða brúkt til bygningar. Tilsamans verður havnarøkið umleið 100.000 fermetrar stórt. Um 230.000 rúmmetrar av gróti verða brúktir til kaiina. Grótið fæst úr frystitunlum, ið ætlanin er at gera á staðnum.

 

Við verkætlanini fær Varðin fleiri atløgupláss til skip og pláss til atknýtt virksemi, og Eysturkommuna fær fleiri vinnustykkir við atløgusíðu og kaiplássi at bjóða vinnuni í kommununi.

 

Nýggja havnarøkið liggur í býarætlanarøki D, sum er lagt út til havnarøki í byggisamtyktini fyri Eysturkommunu. Eysturkommuna upplýsir, at tað ikki er møguligt at víðka um havnarlagið í Norðagøtu, og tí verður havnavirksemið víðkað til Skálafjørðin.

 

Búlendiskanningar hava staðfest, at í økinum, har ætlanin er at staðseta havnarlagið er talið av djóra- og plantusløgum, og lívfrøðiligum fjølbroytni ikki stórt. Tó verður mett, at økið kring Kvørnina, skamt sunnanvert Tjørnunes og um 280 m frá syðra markinum á ætlaða havnarlagnum, er vert at varðveita grundað á “vakurleika, rekreativ virði, og tí at einki samsvarandi øki finst í nærumhvørvinum”.

 

Kanningar eru gjørdar av alduávirkan frá skipum, ið fara at sigla framvið Kvørnini til og frá ætlaða havnarlagnum. Í Umhvørvisárinsmetingini fyri havnarverkælanina norðanvert bygdina Undir Gøtueiði verður mesta ferðin ásett til 4 míl fyri skip, tá tey nærkast og skulu leggja at nýggju kaiini.

 

Áðrenn árinsmetingin verður viðgjørd, skulu viðkomandi myndugleikar, stovnar, áhugafeløg og almenningur hoyrast.

 

##med2##

 

Umhvørvisárinsmetingin kann síggjast her:

 

Umhvørvisárinsmeting

 

Fylgiskjal 1: Yvirlitstekning

 

Fylgiskjal 2: Búlendiskanning

 

Fylgiskjal 3: Alduávirkan við Kvørnina

 

Freistin at koma við viðmerkingum er fríggjadagin 19. juli 2024

 

Almenna lýsingin kann síggjast her

 

Yvirlitsmynd av verkætlanini hjá felagnum 24.04.2023 P/F og Eysturkommunu