Ummæli av bók hjá Óla í The Irish Times

(Ljóðsamrøða) Hoyr samrøðu við Óla Jacobsen her. Leinkja til Irish Times er eisini her.

Fyri stuttum gav Óli Jacobsen, kendur søgufróður høvundur út bók á enskum, sum nevnist: "Daniel J Danielsen and the Congo: Missionary Campaigns and Atrocity Photographs".

 

Bókin er um havnarmannin, Daniel J. Danielsen (1871-1916), sum var trúboðari í Kongo í Afrika fyrra aldarskiftið. 

 

Bókin byggir fyri stóran part á bókina: "Dollin Havnarmaðurin sum broytti heimssøguna", sum Óli gav út í 2010.

 

Í Írlandi hevur tað vakt ans, at teirra tjóðarhetja Roger Casement, sum samstarvaði við Dollan í Kongo hevur skrivað nógv føgur orð um Dollan. Í dag er stórt ummæli av ensku bókini hjá Óla Jacobsen, sum kann lesast á hesari leinkjuni: https://www.irishtimes.com/culture/heritage/daniel-j-danielsen-a-pioneering-humanitarian-who-helped-roger-casement-expose-the-horror-of-belgian-rule-in-the-congo-1.2036137

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Óla Jacobsen greiða frá um bókina og Dollan. 

 

 

Fyri stuttum kom út frímerki um Dollan. Tá skrivaði Anker Eli Petersen í útgávuritinum hjá frímerkjadeildini hjá Posta hesi orð :

 

- Í 1903 vóru søgurnar um ágangin mótvegis innfødda fólkinum so umfatandi, at enska parlamentið avgjørdi at senda bretska konsulin í Boma, Kongo – íran Roger Casement – niðan á Kongoánna at kanna støðuna.

 

Fyri at kunna ferðast uttan at mynduleikarnir vaktu yvir honum, leigaði Roger Casement gamla hjóldamparan ”Henry Reed” frá amerikansku babtista missiónini (niðari báturin á frímerkinum). Congo Balolo Mission sendi honum ein skipara/maskinmeistara – og hetta var eingin annar enn D. J. Danielsen.

 

Danielsen førdi Casement umborð á ”Henry Reed” runt um á Kongoánni og inn á tvøráirnar. Hann virkaði afturat starvinum sum skipari og maskinmeistari, eisini sum hjálparmaður og tulkur hjá Casement. Í einum brævi til bretska uttanríkismálaráðið, rósti Casement Danielsen fyri dugnaskap og gjørdi vart við at um hann ikki hevði verið við á ferðini, hevði túrurin ikki verið so væleydnaður sum hann gjørdist.

 

Úrslitið av rannsóknarferðini varð tann sonevnda ”Casement frágreiðingin”, sum í 1904 kom út við sundurlemjandi atfinningum mótvegis Kongo umsitingini hjá Leopold kongi. Frágreiðingin umfataði ræðuligar frásagnir um tvingsil, morð, limaløstan, burturflyting og karráan harðskap mótvegis innfødda fólkinum, framt av hermonnum hjá umsitingini.

 

Við støði í frágreiðingini, kravdi bretska stjórnin eina endurskoðan av Berlinavtaluni frá 1885, har Leopold kongur hevði fingið persónligan ræðisrætt til hjálandið. Belgiska parlamentið noyddi Leopold at seta ein óheftan kanningarbólk, ið stórt sæð kundi vátta ákærurnar hjá Roger Casement.

 

Arvurin eftir Danielsen

Eftir rannsóknarferðina hjá Casement, fór D. J. Danielsen aftur til Onglands, har hann íðin royndi at fáa sín egna trúðboðarafelagsskap, Congo Balolo Mission, til alment at finnast at støðuni í Kongo.

 

Av tí at felagsskapurin drálaði, fór Danielsen sjálvur undir at halda eina røð av fundum í Skotlandi, har hann vísti ljósmyndir av løstaðum kongolesum, hann sjálvur hevði tikið. Í hesum sambandi hevði hann neyvt samband við blaðmannin E. D. Morel, ein av høvuðsleikarunum í somu søk.

 

Ljósmyndafundirnir hjá D. J. Danielsen fingu so framúr undirtøku, at Balolo missiónin stutt eftir fór undir at skipa fyri egnum fundum, sum í mars 1904, eftir at Casement frágreiðingin var útkomin, førdi til stovnanina av Congo Reform Association, ið síðan koyrdi átakið víðari og vakti eina sanna fólkarørslu í Stórabretlandi, Europa og USA. Kendir menn sum Sir Arthur Conan Doyle og Mark Twain luttóku eisini í átakinum.

 

Hendan rørslan var orsøkin til at Leopold II í 1908 noyddist at siga Kongo frá sær sum persónliga ogn.