Umrøddu grindadráp og burðardygga veiði

Undir vitjanini hjá Göran Persson nýtti løgmaður høvi at greiða honum frá týdninginum, sum burðardygg veiða hevur fyri eina tjóð, ið livir av tí, ið havið gevur

Vit fingu lýst føroyska mentan. Vit fingu lýst føroyska málið, føroyska søgu, politikk vinnulív og so slapp hann sjálvandi eisini at síggja føroysku náttúruna, so eg haldi, at hann á hesi stuttu vitjan fekk eitt gott innlit í, hvat hetta er fyri eitt samfelag. Tað gav hann eisini til kennar, at hann skilti nøkur ting munandi betur, heldur løgmaður eftir vitjanina hjá svenska forsætismálaráðharranum, Göran Persson.
Løgmaður vísir á, at Göran Persson hevði sett seg væl inn í tey politisku viðurskiftini í Føroyum, og hann vónar, at tað inntrykkið, hann her fekk, eisini kann verða við til, at hann kann tala okkara søk, tá tað kemur har til.

Eg legði eisini dent á at fáa hann at skilja hetta við burðardyggari veiði. Vit eru ein tjóð, sum livir so tætt havsins tilfeingi, og tí hava vit okkara fulla rætt at gera nýtslu av tilfeinginum í havinum, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur, at tað tí er serliga neyðugt, at ein tjóð sum Svøríki, sum ofta í verki hevur sýnt vantandi forstáilsi t. d. tá tað kemur til hvalaveiði, skilir hvat tað er sum ger at vit fiska, veiða hval, fugl o. s. fr.
Tí vit hava livað av hesum í 1000 ár og vita, hvar javnvágin eigur at verða fyri at halda okkum røttu megin, vísir løgmaður á. Hann heldur, at tað hevur týdning, at eitt land sum Svøríki í teimum forumum, har tað er neyðugt at taka orðið og greiða frá, hvat burðardygg veiða er, kann vísaa forstáilsi fyri teimum føroysku sjónarmiðunum og eisini teimum grønlendsku og grindadrápi hjá okkum.
Løgmaður legði dent á at siga Görani Persson, at tað var eitt sindur av einum paradoksi, at vit ofta verða kritiserað fyri okkara grindadráp av tjóðum, sum hava verið viðvirkandi til ta stóru dálkingina av havinum, sum eisini hevur rakt okkara grindahval, og ikki at tala um tey artisku súgdjórini.
Tann dálking, sum vit dragast við í t. d. grindatvøsti er dálking frá ídnaðarlondunum, og tí er tað av týdningi, at hetta við burðardyggari veiði og umhvørvisatliti hanga saman, sigur løgmaður.
Svøríki kent fyri at vera eitt land, sum sýnir umhvørvinum stórt atlit, tí er tað eisini av týdningi, at tey skilja, hvussu stóran týdning umhvørvi hevur fyri okkara møguleikar at yvirliva sum ein tjóð, ið livir av havinum.
Hesum vísti Göran Persson fult og heilt forstáilsi fyri, fegnast løgmaður um.