Umráðandi at námsfrøðingar verða settir fulla tíð í fólkaskúlanum

– Skal læringsumhvørvið framhaldandi styrkjast, er tað umráðandi, at námsfrøðingar eins og lærarar verða settir fulla tíð, har fyrireiking og annað eisini verður roknað uppí

Tað sigur Annika Olsen, sum hevur sett Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum ein grein 52a fyrispurning um námsfrøðingar og at arbeiða fulla tíð í fólkaskúlanum.

Ítøkiliga spyr Annika Olsen soleiðis:

1.    Er ætlanin at seta námsfrøðingar fulla tíð í fólkaskúlanum?

2.    Um ja, nær kann hetta setast í verk?

3.    Um allir námsfrøðingar í fólkaskúlanum ikki kunnu setast fulla tíð beinanveg, er tað so eitt fyrsta stig at byrja við serstovunum?

4.    Er ætlanin at taka Føroya Pedagogfelag við í arbeiðið hjá Fólkaskúlaráðnum um støðuna hjá námsfrøðingunum í fólkaskúlanum?

Í viðmerking til fyrispurningin vísir Annika Olsen á, at sambært grein hjá Føroya Pedagogfelag hava námsfrøðingar starvast í 20 ár í fólkaskúlunum (grein í Pedagogblaðnum frá november 2025). Arbeiðsuppgávurnar hava verið ymiskar: alt frá stuðlum í flokshølunum til at starvast á serstovum.

– Hóast eina langa siðvenju, har lærarar og námsfrøðingar hava arbeitt lið um lið til tess at styrkja einstaka næmingin til at trívast og harvið at megna at læra, so hava námsfrøðingar stríðst við at sleppa at arbeiða fulla tíð. Talan er um 150 limir hjá Føroya Pedagogfelag, tilsamans 150 ársverk, sum starvast í fólkaskúlanum, har tann hægsti brøkurin er 0,85, sigur Annika Olsen. 

Tó, leggur hon afturat,  skal viðmerkjast, at tað er onkur einstakur námsfrøðingur, ið starvast sum toymisleiðari, sum hevur fullan brøk.

– Ein orsøk til hetta er, at ábyrgdarbýtið er ógreitt hjá námsfrøðingunum í fólkaskúlanum hvat viðvíkur arbeiðsuppgávum, førleikamenning, fyrireiking v.m. Hetta eru viðurskifti, sum mugu vera púra greið, sigur hon.

– Tað eru nógvar góðar royndir við samstarvi ímillum námsfrøðingar og fólkaskúlalærarar, har næmingurin er í miðdeplinum, og har námsfrøðingar og lærarar koma við hvør sínari fakligari vitan um, hvussu trivnaðurin hjá tí einstaka næminginum kann betrast, og harvið styrkja um fakligu menningina hjá næminginum. Guli skúli í Tórshavn er eitt gott dømi um hetta, har læringsumhvørvið verður sett í hásætið. Her er starvfólkabýtið ávikavist 2/3 lærarar og 1/3 námsfrøðingar, og royndirnar við góðum samstarvi hava verið góðar, sigur hon.

Hóast góðar royndir við tvørfakligum samstarvi um tann einstaka næmingin, so er tað ein ójavni ímillum teir fakbólkar, sum hava ábyrgdina av næminginum. Meðan fólkaskúlalærarin er settur fulla tíð, er námsfrøðingurin settur við einum minni brøki, sigur Annika Olsen.

– Skal læringsumhvørvið framhaldandi styrkjast, er tað umráðandi, at námsfrøðingar eins og lærarar verða settir fulla tíð, har fyrireiking og annað eisini verður roknað uppí. Tað er somuleiðis umráðandi, at Føroya Pedagogfelag, sum umboðar allar námsfrøðingar í fólkaskúlanum, fær ávirkan á starvsrættarligu viðurskiftini í Fólkaskúlaráðnum, sum í løtuni viðgerð spurningin um leiklutin hjá námsfrøðingum í fólkaskúlanum, sigur Annika Olsen, løgtingskvinna, í spurninginum til landsstýrismannin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen.