Belgia, ið er í innleiðandi HM-bólki G saman við Egyptalandi, Iran og Ný Sælandi er í góðum formi undan HM-endaspælinum.
Týsdagin vann Belgia sannførandi 2-0 á Kroatia í Zagreb, og í dag vunnu teir stórsigur á einum øðrum HM-liði.
Á Kong Baudouin leikvøllinum í Bruxelles vann Belgia heili 5-0 á Tunesia. Fýra av málunum vóru skotin í seinna hálvleiki.
Mánakvøldið 15. juni klokkan 20 spælir Belgia innleiðandi HM-dystin móti Egyptalandi á Lumen Field leikvøllinum í Seattle í deilríkinum, Washington.
Belgia-Tunesia 5-0 (1-0)
1-0 Leandro Trossard ('28 )
2-0 Charles De Ketelaere ('53 )
3-0 Kevin De Bruyne ('65 )
4-0 Dodi Lukebakio ('85 )
5-0 Nicolas Raskin ('87 )











