Portugal og Ongland vunnu mikukvøldið sigrar í HM-undansýningunum.
Á Estádio Dr. Magalhães Pessoa leikvøllinum í Leiria í Portugal vann heimaliðið undan ferðini til USA 2-1 á Nigeria, ið ikki megnaði at vinna seg til HM-endaspælið.
Komandi mikukvøld klokkan 18 spælir Portugal fyrsta dystin í innleiðandi bólki K móti Demokratiska Lýðveldinum Kongo. Hini bæði liðini í bólkinum eru Usbekistan og Kolumbia.
Á Inter&Co leikvøllinum í Orlando í Florida vann Ongland greiðan 3-0 sigur á Kosta Rika.
Ongland er í innleiðandi bólki L. Komandi mikukvøld klokkan 21 spæla teir dyst móti Kroatia, ið vann HM-bronsu í 2022 og HM-silvur í 2018. Hini bæði liðini í bólkinum eru Gana og Panama.
Portugal-Nigeria 2-1 (1-1)
1-0 Pedro Neto (23.)
1-1 Akor Adams (37.)
2-1 Francisco Conceição (75.)
Ongland-Kosta Rika 3-0 (1-0)
1-0 Declan Rice (9.)
2-0 Anthony Gordon, br. (68.)
3-0 Ollie Watkins (87.)











