Niclas Johannesen
Aftan á tíggju ár í plátudvala eru Vestmenn klárir við nýggjari útgávu, ið fær heitið Undir stjørnunum.
18 nýggir sangir frá gomlum kenningum í føroyskum slagarahøpi er tað blivið til, og tað er aftur Martin Joensen, sum eigur teir flestu tekstirnar og løgini á útgávuni, meðan vælkenda røddin hjá Ólavi Højgaard profilerar fløguna.
Og teimum, ið dámar Vestmenn vera ikki vónsvikin av nýggju útgávuni. Her eru sangir, ið eru skrivaðir eftir júst sama kenda leisti, ið gjørdu ?Sildarok í Singapore?, ?Ró?, ?Morgun? og ?Texas bý? til ævigar slagarar í kvøðuljómum, veistlum, sangbókum ? ja, tí lætta sangvísu hjartanum.
Pengar!
Sosialurin hevur hitt teir vestmenningarnar, ið hava tað til felags ? saman við triðja høvuðsliminum í bólkinum Niels ? at teir eru ættaðir og uppvaksnir Undir Heygnum í Vestmanna.
? Tað er fyrst og fremst tætta persónliga tilknýti okkara millum, ið hevur gjørt, at vit eisini hava funnið saman tónlistarliga, sigur Martin, tá vit hitta hann og Ólav.
? Ja, okkara musikalski hugur fer ymsar vegir. Eg eri countrymaður burturav.
? Og mær dámar fyrst og fremst vísutónleik, leggur Martin aftrat.
Ja, Martin. Hvat fær teg at skriva ein sang?
? Pengar!
Sigur Martin og Ólavur sær hálvavegna ovfarin út. Men tað gongur skjótt upp fyri honum, at tað er skálkurin i Martini, sum sigur hetta. Í sanginum ?Pengar? ironiserar Martin ikki minst yvir júst hetta evnið: ?Tað fyrsta, ið eg lærdi er, at pengar eru alt? syngur Ólavur, og so gongur tað bara við fullari fer, og teksturin minnir teg ikki sørt um danska bólkin Shu-bi-dua.
? Shu-bi-dua hevur mær altíð dámt væl. Mær hevur altíð dámt at spæla við orðunum. Eg eri tilhangari av orðaspæli.
Hvussu er við føroyska málinum?
? Tað er frálíkt. Eg kenni ikki føroyska málið sum nakra forðing. Tvørturímóti, vil eg heldur siga.
Og Ólavur tær dámar best country-tónleik, har amerikanska málið er innfeldur partur av tónleikinum. Kortini syngja tit sum sagt á føroyskum?
Ja, eg haldi tað liggur væl fyri at syngja á føroyskum. Tað hendir seg mær enn so, at okkurt er, sum mær ikki dámar so væl at syngja, men tá er tað sum oftast sjangran, ið ger tað. Fer tónleikurin ov langt burtur frá tí, mær dámar, so kann tað vera minni inspirerandi at syngja.
Hendir tað nakrantíð, at tú ikki vilt syngja onkra linju, ið Martin hevur skrivað?
? Tað hevur ikki verið so nógv hesaferð. Tað kom meira enn so fyri seg fyrr. Tá vóru vit líkasum meira stívrendir. Nú eru vit meira brýndir.
Martin, nær er tú nøgdur við eina yrking?
? Ongantíð. Tá eg eri liðugur haldi eg meg altíð síggja onkra linju, okkurt orðið, ið eg kundi havt gjørt øðrvísi og betur. Soleiðis havi eg tað bara. Men tað, eg oftast eri glaðast fyri er, um tað eydnast mær at fáa sagt tað, eg vil siga so einfalt sum gjørligt. Tað er málið. Eg haldi sjálvur, eg onkuntíð havi hug at gerast í so svulstigur. Tað má eg ansa eftir.
Undirhald
Hóast Vestmenn hava ligið í útgávudvala síðani 1985, tá triðja fløgan ?Kanska í dag? kom út., so hevur ikki verið púra kvirt.
Martin:
? Ja, vit hava spælt í dans onkuntíð. Talan er tó at kalla um tveir ymsar bólkar. Tá vit spæla til dans, so eru ikki so nógv av okkara løgum á skránni, tá spæla vit dansitónleik ? og tey av okkara løgum, ið dansast kann til.
Hvønn boðskap hava Vestmenn?
? Tað er fyrst og fremst at geva fólki góðan undirhaldstónleik, at tey fáa eitt upplivilsi. Tað nýtist ikki at hanga so nógv við. Men sjálvandi gerst tú glaður, um onkur sangur stendur eftir, og verður spældur og sungin fleiri ár aftan á, at vit góvu hann út, sigur Ólavur.
? Eg havi tað soleiðis, at fyri meg er tað næstan størri, tá onnur spæla løg, vit hava gjørt. Eg haldi eisini, vit hava tað til felags, at vit eru øgiliga melodisk orienteraðir. Tað skal vera sangbært. Eg havi heldur ongantíð mett tað sum mítt kall at skriva beinleiðis politiskar tekstir, sigur Martin.
Bylgjulongd
Hóast kenningar frá barnsbeini, so senda hesir báðir ikki altíð heilt á somu bylgjulongd. Men sum kenningar frá barnsbeini av virða teir fult út, hvussu ymiskir teir eru, og kortini hvussu góðir vinmenn teir altíð hava verið.
Teir báðir Martin og Ólavur avdúka fegnir, at teir eitt bil vóru ósamdir um, hvønn leiklut Vestmenn høvdu í teirra lívi. Hjá Ólavi er Vestmenn bólkurin, meðan Martin hevur hug til eisini at royna annað í tónlistarligum høpi.
Ólavur, merkir tað, at tú gjørdist harmur, tá Martin gav út sína fyrstu soloplátu?
? Ja, eg má viðganga, at eg bleiv eitt sindur keddur fyrstu ferð. Eg kendi tað, sum hann breyt tað samanhaldið, vit høvdu í Vestmonnum tá. Eg veit, at Martin sær ørðvísi upp á tað. Í dag taki eg tað ikki so tungt, men hjá mær er tað nóg mikið at verða identifiseraður sum ein Vestmaður.
? Eg skilji sjónarmiðið hjá Ólavi. Men eg eri bara ósamdur. Hjá mær er tað týðandi, at pláss til ymiskt annað uttan fyri Vestmenn eisini.
Eitt eru Ólavur og Martin so ið hvussu er samdir um. Tað hevur verið deiligt og stuttligt at vera saman aftur í studio seinastu mánaðirnar, hóast kvøldini eru blivin long eftir vanliga arbeiðstíð.
Fløgan hevur í roynd og veru verið ávegis í skjótt trý ár. Men eldri tú gerst, lættari kemur okkurt í vegin fyri at realisera tónlistarligar tankar, tá arbeiði og familja krevja sítt.
Men tað er kortini eydnast, og nú standa Vestmenn á gáttuni við teirra fjóðru útgávu, ið sum sagt hevur fingið heitið Undir stjørnunum.
? Men hetta er ikki ein jólafløga. Her er ongin jólasangur á, sjálvt um hon kemur út til jóla, sigur Ólavur.
? Men hon er frálík jólagáva.
? Tú veist: Pengar!
Leggur Martin heldur skálkasligur aftrat.