Á skránni leygarkvøldið vera McLovin, DJ Knýtil og DJ Frisko. Undirbeat verður hildið annaðhvørt vikuskifti, men vikuskiftið 25-26-27 oktober verður GBOB (Global Battle of the Bands) kappingin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tí verður næsta Undirbeat flutt fram. Heldur enn at bíða 3 vikur, hava fyriskipararnir valt at hava Undirbeat aftur longu í vikuskiftinum!
Umframt at hava meiri og minni etablerað DJ nøvn á plakatini, leggur Undirbeat dent á at finna nýggj, spírandi DJ talent, ið finnast her á landi.
Ein tílíkur er DJ debutanturin McLovin. Handan DJ heitið McLovin goymir seg ein ungur, kreativur havnamaður, hvørs gerandisliga navn er Búi Rouch. Búi Rouch hevur longu markerað seg sum verandi millum ídnastu og dansiglaðastu Undirbeat gestir, sum ikki smæðist burtur á dansigólvinum.
McLovin leggur fyri, DJ Knýtil heldur fram, og hin royndi DJ Frisko rundar kvøldið av. Sostatt verður bæði nakað av brand-new, nakað av up&coming og nakað
av old school í Cippo leygarkvøldið! Dansihugaðir tónar, ið fevna vítt, men Undirbitið er sum altíð felags miðið, tá teir tríggir hvør í sínum lagi stinga
rútmur út í kortið.
Skráin fyri kvøldið:
McLovin 24:00-01.00
DJ Knýtil 01.00-01.20
DJ Frisko 01.20-3.45
Møtið fjølment, møtið til tíðina!
Cippo, leygarkvøldið 20/10, kostnaður 50 kr.