Undirsjóvartunnil skapar fleiri frítíðarmøguleikar

Ítróttur: Tað hevði komið væl við hjá ítróttar- og frítíðarlívinum í Vágum, um fast samband kom undir Vestmannasund

Í vikuni var ein lýsing av undirsjóvartunnli um Vestmannasund, sum Suni á Dalbø og Ólavur Waag Høgnesen hava gjørt, almannagjørd. Og millum tey mongu evnini, sum verða tikin upp í frágreiðingini, snýr ein partur seg eisini um frítíðarvirksemi, her undir ítróttur og annað.

Teir báðir halda, at ein undirsjóvartunnil undir Vestmannasund hevði ført við sær fleiri møguleikar fyri frítíðarvirksemi.

­ Norsku kanningarnar vísa, at fólk gerast virknari í frítíðini, eftirsum betraða sambandið økir um útboðið av atkomiligum frítíðarmøguleikum, verður sagt í frágreiðingini.

­ Í føroyskum høpi umfatar hetta eisini betri atgongd til tey tilboð, ið einans eru í høvuðsstaðnum. Norsku royndirnar vísa økt virksemi bæði lokalt og sum heild. Í hesum liggur ein heilt greið avbjóðing til tey, ið varða av frítíðarvirksemi í Vágunum.

­ Tess fleiri, sum velja at búgva í Vágunum, hóast tey ganga í skúla ella arbeiða aðrastaðni, tess betri eru ítróttar- og áhugafeløgini í Vágunum fyri, siga Suni á Dalbø og Ólavur Waag Høgnesen í frágreiðingini.

Men teir vísa eisini á vansar og avbjóðingar, um undirsjóvarsambandið skuldi gjørst veruleiki.

­ Bøtta sambandið hevur við sær, at lokala tilknýtið ikki er nóg mikið. Lokalu tilboðini mugu vera før fyri at viga upp ímóti tí, ið stendur ungdómi og øðrum í boði aðrastaðni, halda teir.

Tveir av fótbóltsspælarunum úr Vágum sum búgva í Havn hava sagt sína hugsan um undirsjóvartunnilin. Jens Erik Rasmussen sigur, at hann hevði ikki flutt vestur, kom fast sambandi um Vestmannasund, tí ítróttarliga avbjóðing er størri í høvuðsstaðnum í løtuni.

Valbjørn Ole-Jacobsen hevði flutt vestur og so ferðast til arbeiðis, hevði undirsjóvartunnil komin, eisini um tað kostaði tað sama, sum tað ger í dag.