Undrast á at tað hendur so lítið

Nú vil Annita á Fríðriksmørk hava eina avgerð um, hvat Hoydalar skulu brúkast til tá ið stufentaskúlin er fluttur

– Tað kann undra at einki er at frætta. Tað heldur Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi. Og tað, sum undrar hana, er, at enn er onki komið fram um, hvat náttúruvakra økið í Hoydølum skal brúkast til, tá ið studentaskúlin er fluttur út í skúladepilin í Marknagili.

 

Tí vil Annita á Fríðriksmørk nú hava Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, at taka avgerð um, hvat Hoydalar skulu brúkast til í framtíðini. 

 

Løgtingskvinnan vísir á, at nú er tað næstan eitt ár síðani at landsstýriskvinnan fekk eini 60 uppskot um, hvussu Hoydalar verða brúktar sum best eftir at skúlin er fluttur út í Marknagil.

 

– Hóast long tíð er liðin síðani freistin at lata inn uppskot, er farin, hevur lítið og onki verið at frætt um, hvat av uppskotunum, ella um nakað av uppskotunum, kann vænta at vinna kappingina, sigur Annita á Fríðriksmørk. 

 

Hetta kann undra, tí verður ongin støða tikin, standa Hoydølar tómar um stutta tíð, og tað heldur hon ikki er ein virðilig støða fyri eitt so kent og náttúruvakurt økið sum Hoydalar.

 

– Og tað er heldur ikki virðiligt fyri tey mongu, sum hava brúkt bæði tíð og pengar uppá at koma við so góðum uppskotum sum møguligt, leggur hon afturat. Og tí vónar hon, at arbeitt verður við málinum, og at ein avgerð verður tikin skjótt.