Undrið er hent

FLØGA Týsdagin kemur nýggj sera forkunnug fløga á tann føroyska fløgumarknaðin: Fløgan hjá lítla fótbóltsfelagnum Undrið FF. Við hesari fløguni skrivar Undrið FF seg í søgubøkurnar sum minsta fótbóltsfelag í Føroyum nakrantíð - við einans 45 limum - at hava givið fløgu út.

Óli Jákup Jacobsen
--------

Mong vóru tey, sum ikki væntaðu tað stóra í 2006 av spildurnýggja fótbóltliðnum í Havn. Somuleiðis vóru tey mong, sum ongantíð trúðu, at Undrið fór at verða nakað undur. Men tað hava ungu og málrættaðu dreingirnir í Havn ikki verið samdir í, og hava teir tey síðstu fýra árini stríðst og strevast eftir førimuni at staðfest sítt navn í tí føroyska fótbóltsheiminum.
Týsdagin geva teir sum minsta fótbóltsfelag í Føroyum út eina fløgu við seks spildurnýggjum – og professionelt framleiddum – songum.

Eg fekk eitt hugskot
- Tað heila byrjaði við, at eg fyri einum hálvum ári síðani púra burtur úr ongum fekk hugskotið at gera eina fløgu, sigur Johann.
- Eg hevði atgongd til útgerð at prenta fløgur. Eg ánaði einki um fløguframleiðslu, men eg helt, at tað hevði verið ótrúliga stuttligt at gjørt eina fløgu. Eg luftaði tí hugskotið fyri formanninum í felagnum, og hann var frá sama sekundi við upp á tað. Har byrjaði søgan til fløguna, sum nú endiliga er prentað og fæst til keyps. Tað er ein ótrúlig kensla, tí hetta hevur altíð verið ein dreymur, sigur ein ikki sørt rørdur Johann, ið týðiliga er stoltur av sínum avriki.

Hjálp frá Lenu Andersen
Tað er ikki bara bara at fáa eina fløgu frá hondini – og enn minni um hon skal hava góðsku.
- Sum áður sagt, so vistu vit stórt sæð einki um fløguframleiðslu, áðrenn vit fóru í gongd. Og eg meini einki. Men allir – bæði nevnd og leikarar - hava alla tíðina stríðst og havt tann neyðuga viljan til at fullføra fløguna, hóast tað mangan hevur verið strævið. Av tí at vit hava arbeitt við so vítt møguligt sjálvbodnari arbeiðskraft, so hevur tað til tíðir gingið nakað striltið og tungt. Tað er jú avmarkað, hvussu nógv man kann trýsta sjálvbodna arbeiðskraft, sigur Johan.
- Alt rundan um sangskrivingina hevur verið strævið og kravt nógva tíð, men nú er endiliga komið á mál.
- At fáa sangir inn gekk yvirraskandi væl. Fólk vóru sera villig til at hjálpa við bæði at skriva tekstir og smíða løg. So at siga allir sangirnir eru gjørdir av kenningum hjá leikarum í Undrinum. Tað veri seg svágrar, systkinabørn, floksfelagir o.s.fr. Vit vóru so hepnir, at ein av stuðulsleikarunum í felagnum er systkinabarn til ongan annan enn Lenu Anderssen. Hon hevur skrivað tveir sangir til okkara, og eru teir heilt ótrúliga góðir. Eg vil fara so langt sum at siga, at annar av hennara sangum er millum teir allar bestu fótbóltssangirnar í Føroyum. Og tað meini eg, sigur Johann við einum smíli.
- Tá vit fóru undir verkætlanina var okkara hugsan fyrst og fremst at gera fløguna til innanhýsis skemt. Men sum frá leið, skiltu vit, at her var talan um góðsku, so vit valdu at fara ’all in’. Har hava ljóðmenninir uppiborið eina serstakliga tøkk og viðurkenning. Teir hava veruliga gjørt eitt megnaravrik, sum hevur fingið fløguna til ikki at standa nakað aftanfyri aðrar føroyskar framleiðslur, sigur Johann.

15 tær bestu – uttan iva
Johann er ikki í iva, hvat hann væntar av fløguni, og er tað ikki minni enn at toppa ”15 tær bestu”.
- Um væl vil so fáa vit tveir sangir á listan. Vit vóna og vænta, at restin av Føroyum tekur væl ímóti fløguni. Um ikki, so hevur fløgan á ongan hátt verið spilt arbeiði, tí hon hevur givið felagnum eitt nýtt savningspunkt. Haraftrat hevur hon samansjóðað liðið ótrúliga væl, tá vit allir samlir hava arbeitt fyri fløguni. Fleiri av songunum hava vit sungið inn sum lið, og tað hevur verið ótrúliga stuttligt, sigur ein glaður og stoltur Johann.

Hjálpa neyðstøddum børnum í Sierra Leone
- Tá vit hava tað so ófatiliga gott í Føroyum, síggja vit tað sum okkara ábyrgd at hugsa um onnur enn okkum sjálvar. Vit hava valt, at ein ávísur prosentpartur av fløgusøluni skal óskerdur fara til eitt føroyskt rekandi barnaheim í Sierra Leone,” sigur Johann Jansson Petersen og skoytir uppí:
- Við fløguni hjálpa vit ikki bara Undrinum, vit hjálpa menniskjum”
-------------

Fakta um Undrið FF:

- Stovnað í 2006
- Hevur trý lið: Tvey mannfólkalið í 3. deild og eitt kvinnulið í 2. deild
- Formaður er Mikkjal Hvannastein
- Venjarar eru Dánjal M. Joensen og John Høj Andreasen
- Minniligasta hending: Heiðurliga 1-0 tapið móti ÍF í dystinum um løgmanssteypið í 2010
- Motto: Hyggja frameftir & stevna uppeftir
- Høvuðsstuðul er Inntakt