Unga landsliðsstjørnan vitjaði Rás2

(Sending frá Rás2) Hoyr fótbóltspanelið, har Brandur Hendriksson Olsen í gávuhýri var gestur

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina "Fótbóltspanelið", sum var á Rás2 seinnapartin. Gestur var unga landsliðsstjørnan, Brandur Hendriksson Olsen, sum hevur havt sáttmála við FC Keypmannahavn seinnu árini.

 

Brandur og Tróndur Arge tosaðu um barndómsárini í Skálavík, um hvussu sáttmálin í FCK kom í lag, og um minniligastu avrikini hjá Brandi við FCK og føroyska landsliðnum.

 

Tíð var eisini at stilla Brandi nakrar skeivar og stuttligar spurningar, og dugdi Brandur væl at svara fyri seg.

 

Brandur var í gávuhýri, og ein heppin lurtari á Argjum vann eina útivallartroyggju hjá FC Keypmannahavn.