Tað hevur evropeiski dómstólurin sagt í nýggjum úrskurði, sum varð almannakunngjørdur øi dag.
Í dóminum fær ES nevndin viðhald í øllum punktum í málinum.
Seinastu árini hevur Ungarn sett í verk lóggávu, sum avmarkar rættindi hjá LGBT+ fólki.
Sambært fyrrverandi leiðaranum í landinum, Viktor Orbán, varð hetta gjørt fyri at verja ungarsk børn fyri útbreiðslu av LGBT+ boðskapi.
Viktor Orbán tapti fyri stuttum valið í Ungarn.
Vinnarin av valinum, Peter Magyar, hevur í grundini lovað at arbeiða fyri einum Ungarn, har eingin er stigmatiseraður fyri at hugsa øðrvísi enn meirilutin.
/Ritzau/










