Ungir listamenn sýna fram

Á jóansøku fara nakrir ungir listamenn at sýna fram í hølunum, har Video 86 helt til. Talan er um fotomyndir og málningar. Hóast talan ikki er um landslagsmyndir, so halda teir, at talan er um náttúrumyndir

Dagfinn Olsen


Nakrir ungir listamenn av Tvøroyri hava tikið seg saman, og fara á jóansøku at sýna fram ymiska list.

Teir eru Eyðun Ásason, Pól Arni Holm og Jón T. Einarsson. Teir eru millum 22 og 24 ár og hava sýnt fram, áður. Jón á jóansøku fyri nøkrum árum síðani og Eyðun og Pól Arni hava eisini sýnt fram áður, Pól Arni á jóansøku í fjør. Pól Arni eigur eisini kápumyndina, ið sæst á fløguni ?Álvadansur? hjá Knút H. Nielsen, ið kom út í fjør.

Teir 3 eru samdir um, at ov lítið hendir á listarliga økinum , so teir royna at kveikja lív í, slóða fyri og ganga nýggjar leiðir. Teir halda, at tað er umráðandi at tora og teir ivast ikki í, at mong sita heima og tora ikki at koma fram við sínum listarligu avrikum.


Ikki landsløg

Hóast talan ikki er um landslagsmyndir, so hava teir 3 við einum skálkabrosi hug at halda, at talan er um náttúrumyndir. Eyðun hevur fotomyndir á sýningini og Jón og Pól Arni sýna fram málningar.

Ungu listamenninir játta, at talan er um søluframsýning, og hevur onkur hug at ogna sær okkurt listaverk, so er at halda seg framat. Sýningin er opin leygardagin frá klokkan 14 til 19 og sunnudagin frá 14 til 18 í hølunum, har Video 86 helt til.