Unglingarnir knúsa alla mótstøðu

U?17 landsliðið hevur vunnið stórt í øllum innleiðandi dystunum í 100 ára kappingini hjá týska fótbóltslandsliðnum

Tað ljóðar heilt við síðuna av, og venjarin, Jógvan Martin Olsen, ásannar, at mótstøðan í fyrsta dystinum var einki serlig. Men tað er ein veruleiki, at føroyska U?17 landsliðið í fyrradagin vann tveir dystir í Leipzig, har ein altjóða kapping er í hesi vikuni. Tað er týska fótbólts sambandið, sum hevur bjóðað til kappingina, ið er ein partur av drúgva hátíðarhaldinum í sambandi við, at eitt hundrað ár eru liðin síðani týska fótbóltssambandið varð sett á stovn.

Tað verður kappast í tveimum aldursbólkum. Føroysku dreingirnir, sum eru føddir í 1983 og í 1984, kalla liðið hjá sær Atlantic. Í teirra aldursbólki luttaka umleið hálvt hundrað lið, sum eru flokkað í bólkar við fýra liðum í hvørjum.

Føroyska liðið spældi tveir dystir í fyrradagin. Fyrrapartin í gjár spældu teir síðsta innleiðandi dystin. Tvey lið komu víðari úr hvørjum bólkinum, og longu undan dystinum í gjáramorgunin var tað greitt, at føroysku dreingirnir høvdu vunnið bólkin.

Í gjárkvøldið var farið undir endaumfarið. Tá var talan um cup dystir. Tað vil siga, at um føroysku dreingirnir vunnu, so komu teir víðari. Um teir taptu, so vóru teir sendir úr kappingini. Síðstu dystirnir verða spældir í annaðkvøld.


Stórsigurin

Dystartíðin er tvær ferðir ein hálvan tíma. Fyrrapartin týsdagin spældu føroysku unglingarnir ímóti FSV Tapter Leipzig 1990. Talan man ivaleyst vera um eitt av mongu fótbóltsfeløgunum í Eysturrýskalandi, sum ? eftir at kommunistarnir høvdu mist valdið ? fekk nýtt navn.

Tá tað snýr seg um at spæla fótbólt, høvdu hesir eysturtýsku unglingarnir lítið upp á seg. Føroysku dreingirnir vóru eitt sindur varnir fyrstu løtuna, men tá teir høvdu funnið út av, at teir vóru so nógv betri í øllum lutum, vundu teir burturúr teimum. Úrslitið var 11?0, eftir at støðan í stutta steðginum var 2?0.

Elfinn Ørvarodd setti hol á í 10. minutti, og so var Bjarni Jørgensen orduligur skarpskjútti. Hann skoraði fýra mál á rað: í 15., 35., 36. og 40. minutti. Gilli Haraldsen økti til 6?0 í 42. minutti. Mótstøðuliðið var í upploysn , føroysku unglingarnir brúktu sínar royndir úr 1. deild og royndunum, sum teir hava fingið í u?16 landsdystum, og teir skoraðu aftur í 43., 45., 47., 52. og 55. minutti. Tey málini skoraðu Hanus Eliasen, Vagnur Mohr Mortensen, Hanus Eliasen, Fróði Jóanesarson og Jón Rói Jacobsen.

? Eg sá hini bæði liðini spæla, og tí vóru vit greiðir yvir, at mótstøðan fór at vera væl størri í hinum báðum dystunum, sigur Jógvan Martin Olsen úr Leipzig. Hann er væl nøgdur við, at dreingirnir vísa hugburðin, sum skal til, sjálvt um umstøðurnar ikki eru, sum tær plaga at vera, tá teir luttaka í EM undankappingum. Teir búgva í telti, og kunningarstøðið er als ikki tað, sum teir eru vanir við.


Framvegis einki farið ígjøgnum

Í seinna dystinum í fyrradagin ? hann var klokkan fýra seinnapartin ? vunnu føroyingar 4?0, sum eisini var støðan í hálvleikinum. Mótstøðuliðið ta ferðina var Iurdumspor úr Turkalandi.

? Okkara dreingir spældu sera væl, og málini vóru avbera góð. Tað fyrsta stútaði liðformaðurin, Símun Joensen, upp undir samankomingina eftir gott uppspæl í síðuni og fínt innlegg. Hetta var í 20. minutti, og tríggjar minuttir seinni økti Gilli Haraldsen við góðum skoti. Tveir minuttir seinni var Bjarni Jørgensen skrásettur málskjútti. Hann var fystur á, eftir at málverjin hevði hálvbjargað roynd frá Elfinni Ørvarodd. Símun Joensen skoraði síðsta málið beinleiðis upp á fríspark í 28. minutti, greiðir Jógvan Martin Olsen frá.

Fyrrapartin í gjár spældu føroysku unglingarnir ímóti ABJ Football úr Aberdeen. Føroyska liðið vann 3?1, eftir at støðan í hálvleikinum var 2?1. Í gjárkvøldið klokkan átta var aftur ein dystur á skránni, men á middegi í gjár vistu teir ikki, hvat mótstøðuliðið fór at vera.

Jógvan Martin Olsen sigur úr Leipzig, at størsta mótstøðan var í gjár. Regnið oysti niður, skotarnir spældu harðliga, og dómarin gav teimum loyvi at takla ófantaliga:

? Gilli Haraldsen setti hol á í 12. minutti. Við fremra stólpa var hann fyrstur á fløtum innleggi. Símun Joensen økti í 18. minutti við fínum heilfluktara, eftir uppspæl yvir allan vøllin, sum endaði við, at Jann Ingi Petersen legði flatt innfyri úr høgru. Teir minkaðu um munin í sama minutti. Jón Rói Jacobsen fekk ikki tamarhald á langari skotskari sending, og so gjørdist ein púra leysur. Í 53. minutti slerdi Hanus Eliasen sigurin fastan. Skotarnir høvdu horna, og okkara dreingir fóru í snarálop. Hjalgrím Elttør setti ferð á, diagonalsending út í vinstru endaði við, at Jann Ingi Petersen legði innfyri, og Hanus var fyrstur á, sigur ein væl nøgdur venjari, sum letur heilsa heima, at øll í ferðalagnum hava tað gott.

Onkrir smásnuddir vóru í gjár. Sigrun Danielsen, fysioterapeutur, roknaði kortini við, at allir spælararnir fóru at verða tøkir, tá næsta uppgávan var á skránni í gjárkvøldið.


Liðið

Í tveimum teimum fyrstu dystunum høvdu føroyingarnir somu byrjunaruppstilling. Teir fyrstu ellivu vóru Pól Næs Joensen, B36 ? Jann Ingi Petersen, B68, Vagnur Mohr Mortensen, HB, Jón Rói Jacobsen, HB, Áki Leitisstein Hansen, NSÍ ? Gilli Haraldsen, Haderslev, Hjalgrím Elttør, KÍ, Símun Joensen, liðformaður, KÍ, Elfinn Ørvarodd, FS Vágar ? Bjarni Jørgensen, HB, Fróði Jóanesarson, NSÍ.

Fyrrapartin í gjár var einasta broytingin sammett við tvær tær fyrru ferðirnar, at Hanus Eliasen byrjaði í álopinum, og at Bjarni Jørgensen var á beinkinum.

Í tí fyrsta dystinum vórðu tríggjar útskiftingar gjørdar. Í 36. minutti komu Atli Danielsen, KÍ, og Hanus Eliasen, ÍF, á vøllin fyri Hjalgrím Elttør og Bjarna Jørgensen, og í 45. minutti kom Frank Poulsen, HB, inn fyri Áka Leitisstein Hansen.

Í næsta dystinum varð málverjin skiftur í steðginum. Tá avloysti Arnfinn í Bartalsstovu, GÍ, Pól N. Joensen. Samstundis kom Bárður Christiansen, HB, inn fyri Jann Inga Petersen. Í 45. minutti kom Frank Poulsen, HB, inn fyri Gilla Haraldsen.

Í gjáramorgunin kom Bárður Christiansen á vøllin í 31. minutti fyri Áka Leitisstein Hansen. Símun Joensen fór út í 36. minutti, og Atli Danielsen kom inn, og í 39. minutti avloysti Frank Poulsen Elfinn Ørvarodd.

jh