Ungur spælari spælir stórverk á nýggja orglinum

Fyrrapartstónleikur verður í Hoyvík leygardagin

Leygardagar plagdi fyrrapartstónleikur vera í Havnar Kirkju, men nú leygardagin verður hann fluttur niðan í Hoyvíkar Kirkju. Fyrrapartin leygardagin, klokkan 11.30, verður matiné í Hoyvíkar Kirkju, har ungi orgulleikarin, Ari Hammer Joensen, fer at spæla verk, sum Bach, Cesar Franck, og onnur, hava skrivað.

 

Ari hevur spælt orgul seinastu fýra árini og hann gongur til orgul í Tórhavnar musikkskúla. Hoyvíkar kirkja hevur fyri stuttari tíð síðan fingið nýtt orgul og á hesari fyrrapartsframførðsluni verður høvi at hoyra, hvussu nýggja orglið ljóðar,  tá ið nøkur av teimum stóru orgulverkunum verða spæld á tað.