Tað var uppá eitt hangandi hár, at tær 350 heimahjálpirnar fóru í verkfall frígjadagin.
Tí táið tær skuldu fara undir samráðingarnar kl. 11 fríggjamorgunin, hvarv samráðingarleiðarin hjá landsstýrinum, Tummas Magnussen, og fór til Danmarkar
Heimahjálparafelagið og landsstýrið hittust til samráðingar 4. juni, tá ið krøvini vórðu løgd fram.
Tummas Magnussen førdi samráðingarnar fyri landsstýrið og avtalan var, at partarnir skuldu møtast aftur fríggjamorgunin kl. 9, og samráðast út í eitt, til eitt úrslit spurdust burturúr.
Hetta var so seinni útsett til klokkan 11.
Men so hendi tað fáar dagar undan samráðingunum, at heimahjálpirnar fingu fax úr Nesinum, har boðað varð frá, at tað bar ikki til hjá Tummas Magnussen at samráðast fríggjadagin, tí hann skuldi uttanlands.
Ása Djurhuus, formaður í heimahjálparafelagnum hevur ongar viðmerkingar, men aðrar keldur, sum stóðu samráðingunum nær, siga, at hesum mótmæltu heimahálpirnar, tí sáttmálin varð útsettur uppá tað, at samráðingar skuldu verða fríggjadagin og tær kravdu, at hetta varð hildið.
Klokkan 11 fríggjamorgunin møtti so øll nevndin hjá heimahjálparafelagnum í Tinganesi til samráðingar
Tá ið tey komu út í Tinganes, fingu tey at vita, at uttanlandsferðin var avlýst og at samráðingar skuldu verða sum avtalað.
Samráðingarleiðarin hjá landsstýrinum, Tummas Magnussen, møtti teimum sjálvur, og bað tey fara uppá, tí hann koma beinanvegin.
Men har kom eingin maður fram, og tá ið heimahjálpirnar ótolnaðust, fingu tær at vita, at Tummas var farin, tí okkurt bráfeingis var komið í vegin, og kom ikki aftur fyrrenn mánadagin.
Keldur okkara siga, at grundgevingin hjá samráðingarleiðaranum í landsstýrinum fyri at fara avstað vórðu góðtiknar.
Men tær vildu ikki góðtaka, at hann skuldi vera farin fyri dagin og ikki skuldi koma aftur fyrrenn mánadagin.
Men endin var so, at tær í nevndini í heimahjálparafelagnum máttu so nakkalangar avstað aftur.
Skjótt kom undan kavi, at hann var farin uttanlands, tí hann varð sæddur fara upp í flogvallarbussin.
Heimahjálpirnar føldu seg so illa viðfarnar, at tær vóru til reiðar at fara í verkfall um ikki landsstýrið í stundini fann annan samráðingarleiðara við heimild at skriva undir.
At Tummas Magnussen kortini hevði stolið seg uttanlands, hóast tey høvdu fingið boð um tað øvugta, og hóast hann einki hevði sagt um morgunin, tóku tey sum eitt tekin um so stóra vanvirðing fyri heimahjálparafelagnum, at tey vóru til reiðar at fara í verkfall beinanvegin á midnátt fríggjakvøldið, fann landsstýrið ikki annan samráðingarleiðara. Tað eydnaðist so at finna Bjørgfríð Ludvig, men hon var ikki tøk fyrrenn klokkan fimm seinnapartin.
Keldur okkara siga, at hon átti stóran part av æruni í, at samráðingarnar gingu so væl.
Hon leiddi samráðingarnar serstakliga hegnisliga og í einum positivum anda og tað man vera eindømi, at tað er so skjótt at fáa samráðingar frá hondini.
Hevði tað blivið verkfall, høvdu tey 1160 fólkini kring landið, sum heimahjálpirnar ganga til, onga hjálp fingið.
Var ikki avlýstur
Tummas Magnussen í landsstýrinum hevur ikki stórvegis viðmerkingar.
Men tað er sumt sum bendir á, at talan hevur verið um eina misskiljing ímillum landsstýrið og heimahjálpirnar.
Hann sigur, at tey hava trongar tíðarætlanir í landsstýrinum.
Í hesum føri boðaðu vit heimahjálpunum frá, at tað lá ikki fyri hjá landsstýrinum at hava samráðingarnar, sum avtalað, og táið vit samráðast við onnur feløg, plagar tað ikki at vera nakar trupulleiki at fáa samráðingar útsettar.
Vit hoyrdu einki aftur frá heimahjálpunum, og roknaðu sostatt við, at útsetingin varð góðtikin.
Men so eitt kvøldið kom fax við kravi um samráðingar sum avtalað, ella varð verkfall.
Tummas Magnussen sigur, at kroyst av heimahjálparafelagnum, funnu tey eina loysn við tað, at hann sjálvur skuldi leiða samráðingarnar teir fyrstu tímarnar, og at Bjørgfríð Ludvig skuldi taka yvir seinni, tí hann skuldi av landinum.
Hann avsannar, at uttanlandsferðin varð avlýst, soleiðis, sum heimahjálpirnar hava fingið fatan av. Men hon varð útsett nakrar tímar, so eg fór við tí seinna flogfarinum, ístaðin fyri tí fyrra soleiðis at eg kundi byrja samráðingarnar.
Hann váttar eisini, at hann tók ímoti heimahjálpunum, táið tær komu í Tinganes, og bað tey sessast í fundarhølunum tí hann skuldi koma beinanvegin.
Men so hendi tað, at hann fekk bráfeingisboð, sum gjørdi, at hann mátti úr Tinganesi alt fyri eitt.
Hetta fingu heimahjálpirnar boð um beinanvegin frá skrivara hansara.
Hann fekk so ikki stundir at koma aftur í Tinganes, áðrenn flogfarið fór, sigur Tummas Magnussen.