Tíðliga seinnapartin kundi føroyski liðskiparin hjá Sandnes ULF, Gullbrandur í Horni Øregaard og liðfelagarnir tryggja sær beinleiðis uppflytingina til næstbestu norsku fótbóltsdeildina.
Uppflytingin var í pottinum, Sandnes var á odda 2-1, men so javnaði útiliðið, Brattvåg í 94. minutti, og so var beinleiðis uppflytingin útsett eitt umfar.
Brattvåg loypti hvøkk á Sandnes við at leggja seg á odda longu í øðrum minutti. Men Sandnes fótaði sær, og Aadne Bruseth javnaði til 1-1 miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk Kevin Pereira Sandnes á sigurskós, men tað glapp í yvirtíðini.
Skaðin er tó ikki størri enn so, at Sandnes er fremst við 51 stigum nú bert tvey umfør eru eftir at leika. Nummar tvey, Sotra hevur 45 stig, og Sotra hevur ein málmun, ið er 16 mál verri enn tann hjá Sandnes. So tað skal ræðuliga nógv ganga galið hjá Gullbrandi og liðfeløgunum, um tað skal eydnast Sotra at taka fyrsta plássið frá Sandnes.
Komandi leygardag klokkan 15 hevur Sandnes heimadyst móti Arendal. Tá fer tað at røkka við einum javnleiki hjá Sandnes at tryggja sær beinleiðis uppflytingina til næstbestu deildina.