Teir næstbestu hjá B36 høvdu seinnapartin vitjan av skálamonnum. Meðan dagsskráin hjá B36 liðnum er at sleppa burtur frá níggjunda plássinum og harvið hóttanini av niðurflyting, so hevur Skála kós ímóti bestu deildini, sum skálamenn í fjør fluttu niður úr.
Skála vann í dag 4-1 í Gundadali. Skála hevur 53 stig, og tað eru 12 stig aftur til triðja plássið. Tí skal tað venda heilt øðrvísi síðst í oktober, enn tað ger nú, um Skála ikki fer at spæla í bestu deildini í 2026. Tað er stórt sannlíki fyri, at uppflytingin verður veruleiki eini fýra umfør undan kappingarenda.
Í dag var tað vongverjin í høgru Bjarti Thorleifsson, sum í 17. minutti setti hol á. Uppleggið átti Simon Jørgensen, sum var sera eyðsýndur. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at Bjarti Thorleifsson var málskjútti í 1. deild. Sambært FaroeSoccer hevur hann tilsaman skorað trý mál. Í 2023 skoraði hann tvey mál. 21 ára gamli Bjarti Thorleifsson hevur bara umboðað Skála, har hann hevur spælt 28 dystir í bestu deildini og í dag var hann fyri 56. ferð í dysti í næstbestu deildini.
Tíggju minuttir undan steðginum javnaði B36 til 1-1. Málskjútti var Dávid Høgnason Viderø. 16 ára gamli álopsspælarin hevur nú skorað sjey mál og er toppskjútti hjá B36 í næstbestu deildini.
Vanliga tíðin í fyrra hálvleiki var farin, tá ið Skála aftur legði seg á odda. Simon Jørgensen var málskjútti, og eftir steðgin skoraði Skála tvey mál aftrat. Miðskeiðis í seinna hálvleiki var Martin Johansen málskjútti, og tíggju minuttir undan leikloki varð Simon Jørgensen tvífaldur málskjútti, tá ið hann staðfesti 4-1 Skála sigurin. Hetta var eftir, at Hans Jørgensen í B36 málinum hevði hálvbjargað roynd frá Martini Johansen.
Simon Jørgensen er nú toppskjútti í deildini við 17 málum, og Martin Johansen hevur skorað 14 mál.
Hósdagin fer Skála at spæla á útivølli ímóti NSÍ, og B36 fer fríggjadagin til Klaksvíkar.