Fyrrverandi algerski uttanríkisráðharrin Lakhdar Brahimi, sum ST og Arabiska Samgongan hava biðið royna semju í Sýrialandi, segði í dag, at tað er ein næstan vónleys uppgáva, sum hann hevur tikið upp á seg.
-Eg fari til verka við einum opnum sinni, men eg má viðganga, at útlitini eru ikki góð, og at uppgávan tykist mær næstan ómøgulig, segði Brahimi (myndin) í samrøðu við bretska kringvarpið BBC.
Hann yvirtók um vikuskiftið starvið sum serligur ST-sendimaður í Sýrialandi eftir fyrrverandi ST-aðalskrivaran Kofi Annan. Brahimi hevur fyrr sagt, at eftir hansara tykki áliggur tað teimum stríðandi pørtunum at finna eina friðarloysn, og at høvuðsábyrgdin av gongdini tí liggur á teimum.
Spurdur, um sýriski forsetin, Bashar al-Assad, eigur at fara frá, svarar Lakhdar Brahimi, at tann spurningin vil hann ikki taka støðu til. Hann heldur, at enn er ov tíðliga at siga, hvør skal frá í Sýrialandi, og hvør skal halda fram.