Eivind Jacobsen
Strendur
Nú er dagurin fyri fólkaatkvøðu um loysing ásettur. Men hvat atkvøðast skal um er bert framlagt verbalt. Harumframt tykist ógreitt, hvat atkvøtt verður um. Onkur sigur 4 ára skiftistíð, meðan aðrir siga 12 ár.
Nú koma vit til tað, eg havi upp á hjarta. Eg eri ein av teimum, sum skal leggja til rættis, hvussu almenningurin skal kunnast best møguligt. Tó havi eg ógvuliga trupult við at fáa skil á útmeldingarnar frá Løgmonnunum báðum. Hevði ongantíð vænta annað enn at Løgmaður skifti meining fleiri ferðir um dagin, og tí setti eg mítt álit á Varaløgmann. Men eg má viðurkenna, at hann vinglar um møguligt enn meira enn Løgmaður.
Fyrst legði Høgni út við, at 7 mió. Skuldu brúkast til upplýsing. Síðan er hetta broytt til 1-2 mió. Hvar er trúvirði Høgni?
Fyrsta uppskotið nevndi upplýsing til felagsskapir. Vit hava í dag bert ein ella tveir slíkar og báðir ganga inn fyri fullveldi. Nú er uppskotið broytt til, at bert verandi felagsskapir kunnu fáa stuðul. Hetta sigur Høgni verða rætt og rímuligt. Hetta má so verða hansara tulking av hvat er rætt og rímuligt. Ella sum hann plagar at siga. Seriøst uppskot! Slík argumentatión trúði eg fór í søguna, tá komunisman fall.
Målet helliger midlet
Í gjár hoyrdu vit av tingsins røðarapalli, at uppskot um politiska upplýsing fyrst skuldi viðgerast av samgonguni, áðrenn tað kom í tingið. Hetta er beint ímóti vanligari mannagongd. Vit kunnu ikki siga annað enn at talan er um rættvísa og demokratiska viðger!?
Samgongan ger sum hon finnur fyri gott. Målet helliger midlet. Er hetta tað, sum Høgni kallar demokrati?? Tað sigur okkum nakað um mannin. Fyri hvønn dag sum gongur, læra vit mannin betri og betri at kenna.
Hóast Høgni ikki skilur aðra hugsan enn sína egnu, fari eg at heita á hann um at royna at skilja okkum. Fyri at vit kunnu leggja eina skilagóða ætlan til rættis, er neyðugt at vit vita, hvat atkvøðast skal um í øllum smálutum. T.d. er munur á 4 og 12 ára skiftistíð. Harumframt er neyðugt at vit vita, hvussu nógvar pengar vit fáa til politiska upplýsing.
Feðgar á ferð
Vit ynskja eisini at vita um politiskir áhugabólkar kunnu fáa pengar. Hetta fyri at vit kunnu vita, um pápi okkara kann fáa stuðul til sín dreym um ein sosialistiskan stat. Nú vit eru seriøsir og tosa um at alt skal vera líka, vilja vit boða frá, at bert 50% til ja og 50% til nei síðurnar í politikki kann roknast sum seriøst og demokratist. Ja síðan sendur jú faldarar út sum landskassin betalur. Er tað upplýsing á jøvnum føti? Vit kalla hetta propaganda.
Okkum tørvar tíð til fyrireiking. Tí kann tað ikki góðtakast, at hetta dregur út. Sum støðan er í dag meti eg, at tað er orsøk til at halda, at alt verður gjørt við beráddum huga, fyri at fáa fyrimunir til ja síðuna.