Uppsøgn av samgongu við Tjóðveldi

-Tá Javnaðarflokkurin eftir løgtingsvalið tók stig til at skipa CHE samgonguna, var hetta fyri at fáa loyst nakrar grundleggjandi trupulleikar í samfelagnum, sum tíverri í alt ov langa tíð høvdu ligið óloystir, m.a. ognarviðurskiftini og burðardygdin í fiskivinnuni sigur løgmaður í tíðindaskrivi

Fortreytirnar fyri einum og hvørjum samgongusamstarvi eru álit, samstarvsvilji og stabilitetur. Hetta er alt avgerandi bæði fyri politisku avrikini og fyri álitið hjá borgaranum á politisku skipanina. Í eini minnilutastjórn eru hesar fortreytir enn meira neyðugar.

Javnaðarflokkurin er av teirri greiðu fatan, at álitið ikki longur er til stendur í tíðindaskrivi, sum júst er komið frá løgmansskrivstovuni. Víðari stendur:

-Afturvendandi orrusturnar hava máðað støðið undan samgongusamstarvinum og trúnni hjá mær og mínum flokki á, at vit kunnu møta teimum stóru avbjóðingunum, ið okkara samfelag stendur framman fyri.

Hendingarnar seinastu dagarnar, har roynt hevur verið at undirgrava myndugleikan hjá mær sum løgmanni, hava nú endaliga staðfest, at onki álit er ímillum leiðararnar í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi. Tað er púrasta burtur.

Álit er og fer altíð at vera tað berandi elementið í einhvørjari stjórn.

Tí er tað ikki longur gjørligt at fáa loyst tær týðandi uppgávur, vit hava sett okkum fyri. Í staðin fyri virkisføri, er samgongan og politiska skipanina annars nú merkt av atgerðarloysi og stríði.

Hetta kunnu vit ikki bjóða Føroya fólki.

Vit ásanna orðini hjá formanninum i Tjóðveldi, um at hann ikki er førur fyri at vera stjórnarberandi.

Vit harmast almikið um støðuna, tí Tjóðveldi kundi verið okkara nærmasti samstarvsfelagi, tá tað snýr seg um arbeiðið fyri samhaldsfasta vælferðarsamfelagnum.

Eg og Javnaðarflokkurin halda tað vera neyðugt at taka avleiðingarnar av støðuni, sum er íkomin. Javnaðarflokkurin sær tað sum sína ábyrgd at gera støðuna upp, so slóðast aftur kann fyri neyðuga stabilitetinum og at trúvirðið og virkisførið í politisku skipanini kunnu verða endurskapt.

Hóast tað ikki er nøkur løtt avgerð - og at eg sjálvandi harmist um hana, so taki eg nú hetta trupla stigið, sum Javnaðarflokkurin eisini stendur savnaður um.

Samgongusamstarvið við Tjóðveldi er hervið sagt upp, og eg havi gjørt av at loysa Høgna Hoydal úr embætinum sum landsstýrismann í uttanríkismálum. Sum eina fylgju av hesum, verða hini landsstýrisumboðini hjá Tjóðveldi somuleiðis uppsøgd. Tíðindaskrivið er undirskrivað av

Jóannes Eidesgaard, løgmanni.