Uppsettir nólsoyingar

Spenningurin er øgiligur í tíggjumannafarsróðrinum. Havnarbáturin og Nólsoyingurin liggja javnir í stigum í kappingini um at gerast føroyameistarar. Nicolaj Falck er bátsformaður á Nólsoyingi, og hann sigur, at teir gleða seg til róðurin í Sørvági

Vónirnar hjá manningini umborð á Nólsoyingi til róðurin í dag, eru avbera góðar. Tað sigur bátsformaðurin, Nicolaj Falck. Róð verður á 2.000 metrum, og tað sær Nicolaj sum ein fyrimun, tí teir eru sterkir á 2.000 metrum.
Hann kemur eitt sindur inn á munin ímillum at rógva 2.000 og 1.000 metrar.
? Á 1.000 metrum ber næstan ikki til at vera taktiskur, tað er jú nærum alt ein spurtur, sum tað er, greiðir hann frá. Hann heldur fram, at tá róð verður á 2.000 metrum, kemur tað ikki skjótt panikkur í manningina, tí hóast man kann liggja illa fyri, tá 1.000 metrar eru farnir afturum, so ber til at heinta nógv innaftur.
? Á 1.000 metrum ræður sanniliga um at halda høvdið kalt. Um starturin kiksar, so kann tað vera nóg mikið til, at ein manning ongantíð kemur fyri seg undir róðrinum, og tískil kann missa týdningarmikil stig, sigur bátsformaðurin.
Nólsoyingur hevur vunnið tveir róðrar, Havnarbáturin tveir og Vágbingur ein. Tað er so tilvildarligt, at á 2.000 metrum var munurin tann sami millum bátarnar. Tað vil siga, at á eystanstevnu var Havnarbáturin fimm sekund framman fyri Nólsoying og umvent, tá Nólsoyingur vann á sundalagsstevnu.
Síðani hana hevur verið róð á 1.000 metrum, og tá hevur munurin so at siga verið lítil og ongin millum teir fremstu bátarnar.

Bilsnir
Nicloaj dylir ikki fyri, at teir gjørdust rættuliga bilsnir til seinasta róðurin, tá harðasti kappingarneytin, sum lá fýra stig frammanfyri, endaði á einum fjórða plássi.
? Vit høvdu bara vónað, at vit fóru at vinna róðurin, so vit kundu koma tvey stig nærri teimum. So vit vórðu rættuliga bilsnir, men sjálvandi var hatta avbera gott. Vit høvdu so í øllum førum ikki væntað, at tað fór at fella so nógv til okkara fyrimunar, sigur Nicolaj, sum eisini heldur, at tað er nógv stuttligari at rógva, tá kappingin er hørð.
? Ikki fyri at koyra niður upp á nakað, men tak til dømis árini síðst í nítiárunum, tá Eysturoyingur var suverenur. Tað var onki spennandi og av tí sama ikki líka stuttligt, sum nú, heldur hann fyri.
Nicolaj ivast ikki í, at tað verður ein øgiligur spenningur undan róðrinum í dag, og ikki minni til ólavsøkuna.
? Tíggjumannfarsróðurin verður avgjørdur á ólavsøku, óansæð hvat, sigur ein ivaleysur Nicolaj Falck, bátsformaður á Nólsoyingi.