– Við hava verið rættiliga nær eini semju við Sambandsflokkin, men tað bar ikki á mál í nátt.
Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnuálum.
In.fo hitti hann beint eftir samgongufundin í Løgtingum klokkan 13:30.
Høgni Hoydal sigur, at málið verður ikki borði í tingið í dag, men at bíðað verður til mánadagin.
– Tað ber ikki til at koyra eitt so stórt mál ígjøgnum uttan at senda tað til hoyringar, og tí verður tað gjørt. Fólk skulu veruliga hava møguleika at viðgera uppskotið, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Trýstið á pílin á myndini fyri at hoyra og síggja samrøðuna.