Uppsteðgað smoltstøð

Ætlaða smoltstøðin í Gásadali varð av ongum, tí eingin fígging fekst. Ætlanin er tó helst ikki endaligia burturbeind enn

Gásadalur:Byrjað varð upp á eina smoltstøð í Gásadali. Kør vórðu flutt niðan, og rørleiðingar til vatnið lagdar. Men so steðgaði ætlanin upp. Orsøkin verður søgd at vera manglandi fígging.

Eitt partafelag undir stovnan hevði ætlanir um at gera eina smoltstøð í Gásadali. Sørvágs Laks setti ein triðing av partapeninginum í felagið. Sjálvandi við tí fyri eyga at fáa smolt frá støðini til alibrúkið í Sørvági.

Gardar Joensen, stjóri í Sørvágs Laks, sigur, at felagið flutti kør niðan til Gásadals og setti tey upp har uppi. Hetta var bílig útgerð, sum var fingin frá øðrum alibrúki. Alt í alt setti Sørvágs Laks tó einar 100.000,- krónur til, heldur Gardar Joensen.

Gardar Joensen er annars ógvuliga lítið hugaður fyri at siga nakað um málið. Tó sigur hann, at tað var manglandi fígging, sum gjørdi, at smoltstøðin í Gásadali ikki varð gjørd liðug.

Gardar Joensen sigur, at nú aftan á dugir hann at síggja, at tað helst var óklókt at seta kørini upp í Gásadali, áðrenn øll viðurskifti vóru komin upp á pláss.

Hann útihýsir tó ikki møguleikanum fyri, at farast kann undir aftur verkætlanina kortini. Hann hevur ikki slept allari vón um at tað kemur ein smoltstøð í Gásadali einaferð.

At Gásadalur liggur uttan vegsamband, er eingin forðing fyri eini smoltstøð, sigur Gardar Joensen. At flyta fóður niðan, og smolt oman aftur,við tyrlu, ber sera væl til.

Men sum er hevur Sørvágs Laks ongan skund við at fáa eina støð har uppi, tí felagið fær tað smolt, brúk er fyri, aðrastaðni.

Tíðindablaðið Sosialurin hevur frætt aðrar vegir, at onnur enn Sørvágs Laks meta seg hava sett pening til í Gásadali. Sum skilst, meta fólk, ið hava arbeitt við at seta kørini upp, seg at eiga pening til góða í arbeiðsløn, sum ikki er útgoldin.

Tað var ein av partaeigarunum í partafelagnum undir stovnan, Jákup Suni Lauritsen, sum hevði samráðingarnar um fíggingina um hendur. Vit hava roynt at fáa orð á Jákup Suna Lauritsen, men hann er staddur uttanlands, og fartelefonin er ikki tøk, verður svarað.e;ru sær ein bita burturav rivinum og ótu tað rátt.

Tað hildu teir smakkaði andskræmiligt og teir søgdu, at tað var tað einasta av føroyskum mati, sum teimum ikki dámdi av tí, teir høvdu roynt,

Men tá ið teir so fingu at vita, at tað skuldi kókast áðrenn tað kundi eta, skiltu teir tað eitt sindur betri.

Annars hildu teir seg vita, at grønlendingar ótu rátt tvøst av nýveiddum kópi og teir hildu, at føroyingar gjørdu tað sama.

Men tað royndina máttu teir so gera sær uppá tann harða mátan.

Donald og Graham settu kósina heim aftur ímóti Skotlandi seinasta sunnudag, eitt stórt upplivilsi ríkar, hildu teir.