Uppstillingin hjá Kamalu Harris kann formaliserast longu 1. august

Við stuðli frá 300 valfólkum kann Kamala Harris góðkennast sum forsetavalevni longu 1. august.

 

Varaforsetin í USA, Kamala Harris, kann longu 1. august tilnevnast til forsetavalevni hjá Demokratiska flokkinum, um hon fær stuðul frá í minsta lagi 300 av valfólkunum hjá flokkinum.

Tað sigur nevndarformaðurin í flokkinum, Jamie Harrison, sambært tíðindastovuni Reuters.

Harrison sigur, at flokkurin fer at stilla upp valevni innan 7. august óansæð.

Hann sigur, at innan somu tíðarfreist fer at bera til at seta valevni til varaforsetasessin.

Á amerikanska forsetavalinum kunnu teir báðir stóru flokkarnir, republikanararnir og demokratarnir, bert seta eitt valevni fram hvør.

Tilgongdin at velja valevni fer fram gjøgnum eina røð av undanvalum, har flokslimir í statunum atkvøða fyri fólki, eisini nevnd valfólk, sum vita, hvønn tey vilja vísa á sum forsetavalevni floksins.

Nógv tey flestu av umboðunum hjá demokratunum eru farin til undanval við at vilja vísa á Joe Biden, men tey eru ikki lógarbundin at vísa á hann.

Tey eru bert bundin av egnari sannføring og kunnu tí lættliga vísa á til dømis Kamala Harris.

Harris sær í løtuni út til at vera greiði favoritturin at vinna uppstillingina hjá flokkinum.

Hon tryggjaði sær stuðul frá sitandi forsetanum, Joe Biden, tá hann sunnudagin boðaði frá, at hann sleppur ætlan síni um afturval.

Hon hevur eisini fingið almennan stuðul frá bæði Nancy Pelosi, sum var forkvinna í umboðsmannatinginum og einum av avgjørt leiðandi persónunum í flokkinum.

Harumframt hava fleiri høgt standandi demokratar, sum sjálvir vóru umrøddir sum forsetavalevni fyri flokkin, alment viðurkent sín stuðul til Kamala Harris.

Talan er millum annað um Gavin Newsom, sum er guvernørur í statinum Kalifornia, og guvernørin í Pennsylvania, Josh Shapiro.

Amerikanska forsetavalið verður 5. november.

/ritzau/