Tað verða tríggir dystir í 20. umfari í Betri deildini hjá monnum í dag. Tað seinasti verður á Tórsvølli, tá HB fær vitjan av ÍF. HB kann við sigri aftur leggja seg á fyrsta plássið, sum KÍ annars hevur sitið á síðani týskvøldið.
HB er framvegis uttan Mikkel Frankoch á miðvøllinum, og René Shaki Joensen er ikki komin fyri seg, eftir at hann eitt sindur undrunarsamt spældi við 1. deild móti B36 og fekk fipur, har B36 enntá vann stórsigur.
Flogið er farið eitt sindur av fuglfirðingum, eftir eina framúr byrjan. Hesa ferð er Ári Ó. Ellingsgaard ikki við, meðan Dánjal á Lakjuni ikki hevur stundir at gera so nógv við fótbóltin í løtuni.
HB er stórfavorittur, men tað eru komnar skøvur í annars fína HB-lakkið. Liðið er úti av Evropa og tapið í Klaksvík hevur sett eld á FM-stríðið, men kanska fekk HB júst røttu hjálpandi hondina frá TB í gjár?
HB hevur fyri tað mesta spælt álopssinnaðan fótbólt, har liðið hevur lagt høgt trýst á mótstøðuliðið, sum næstan ikki sleppur úr egnari hálvu. Í Klaksvík og til onkrar aðrar dystir hevur HB verið eitt sindur meiri afturhaldandi. Væntandi verður farið aftur til ágrýtna trýstið í annaðkvøld.
HB-ÍF:
Sunnudagin klokkan 18.30
Dómari: Alex Troleis
Liðtíðindi:
HB:
Ikki við: Jákup Thomsen (knæið, langtíðarskaddur), Teit Jacobsen (knæið, langtíðarskaddur), Mikkel Frankoch (fóturin) og René Shaki Joensen (fipur) 1-3 vikur
ÍF:
Ikki við: Ari Ó. Ellingsgaard (langtíðarskaddur, knæið), Dánjal á Lakjuni (fyribils givin)
##med2##
Betri deildin menn 20. umfar:
Leygardagin:
TB-KÍ 0-0
NSÍ-EB/Steymur 4-1
Sunnudagin:
B36-AB (14.00) Beinleiðis á FM1
Víkingur-Skála (15.00)
HB-ÍF (18.30) Beinleiðis á FM1