Upptakt: Mourinho leitar eftir málum

Champions League: Tottenham er í álopskreppu undan dystinum í kvøld

Í kvøld verða tvær av fyrru 1/8 finalunum í Champions League. Tottenham tekur á heimavølli móti RB Leipzig úr Týsklandi, meðan italska Atalanta fær vitjan av Valencia.

Tottenham – RB Leipzig (Klokkan 20.00)

José Mourinho, venjari hjá Tottenham, segði á tíðindafundi í gjár, at hann væntar ikki at síggja Son Heung-min á vøllinum aftur hetta kappingarárið. Hann meiðslaði sær armin í 3-2 sigrinum á Burnley um vikuskiftið. Tottenham er longu uttan Harry Kane, og felagið megnaði ikki at keypa nakran áleypara í vetur. 

- Eg rokni ikki við honum aftur hetta kappingárið. Hetta er tann ringasta hugsandi støðan, tá tað kemur til álopsmøguleikar. At byrja við var eg stúrin um at vit ikki høvdu álopsspælarar á bonkinum. Nú eri eg stúrin um at vit ongan hava á vøllinum, sigur José Mourinho, venjari hjá Tottenham.

##med2##

Eftir er 18 ára gamli Troy Parrott, sum venjarin ikki heldur er klárur til uppgávur sum eitt nú avgerandi dystir í Champions League. Roknað verður tí við, at spælarar sum Lucas Moura, Dele Alli og nýggjasta innkeypið, Steven Bergwijn mugu avloysa í álopinum í kvøld. Ein annar møguleiki er Erik Lamela, men er ivasamur til dystin. Moussa Sissoko og Juan Foyth eru báðir skaddir. 

Mótstøðuliðið er týska RB Leipzig við 32 ára gamla Julian Nagelsmann sum venjara. Hann er uttan spælarar sum Dayot Upamecano, Willi Orban og Ibrahima Konate. Tó er møguleiki fyri at síggja nú fyrrverandi Manchester City spælaran, Angelino, á vongbakkinum.

Hetta er fyrstu ferð, at RB Leipzig spælir móti enskari mótstøðu. Felagið hevur fingið nýtt lív, eftir at eigarin av Red Bull keypti felagið. Stóra stjørnan á liðnum er Timo Werner, sum fleiri av stóru feløgunum í Evropa hava eyguni eftir. 

Atalanta – Valencia (Klokkan 20.00)

Í Italia møtast Atalanta og Valencia. Bæði liðini eru styrkismett millum tey veikaru, sum eru eftir. Atalanta hevur í seinastuni bjóðað av millum tey stóru í Seriu A, men eitt nú verða Champions League dystirnir spælir í Milano, tí heimavøllurin hjá Atalanta ikki lýkur krøvini til altjóða dystir. 

- Hetta er størsti dysturin í søguni hjá Atalanta. Hetta er púra óveruligt. Tað er ótrúliga spennandi at vit eru partur av eini 1/8 finalu í Champions League, segði venjarin, Antonio Percassi, á tíðindafundinum í gjár.

Um aldarskiftið var Valencia tvær ferðir í Champions League finaluni, men tapti báðu ferðir. Liði vann eisini La Liga frammanfyri Real Madrid og FC Barcelona um hetta mundið, men tann styrkin stendur ikki við í dag. Her er Atalanta stórfavorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna.

Champions League 1/8 finlaur:

Í dag:

Tottenham – RB Leipzig (Klokkan 20.00)

Atalanta – Valencia (Klokkan 20.00)

Í gjár:

Atletico Madrid – Liverpool 1-0 (0-0)

1-0  Saul, 4

Borussia Dortmund – Paris Saint Germain 2-1 (0-0)

1-0  Erling B. Håland, 69

1-1  Neymar jr, 75

2-1 Erling B. Håland, 77