Upptikið á Hotel Vágum

Á Hotel Vágum hava tey gott mót um komand árið, sigur stjórin. Í januar hevur nógv fólk búð á hotellinum, og summarið er eisini upptikið

Hotelvinna

Vágar:Á Hotel Vágum eru útlitini fyri árið ikki so galin, sigur Kári Hentze, stjóri. Í januar hevur væl av fólki búð á hotellinum, og summarið tykist fult upptikið longu nú.
Á Hotel Vágum er sum á flestu gistingarhúsum í landinum, sigur Kári Hentze. Har mangla seingjapláss.
Hotellið hevur keypt plastvirkið, sum liggur beint niðan fyri Hotel Vágar, og hevur ætlanir um at innrætta bygningin til eitt sonevnt ráðstevnuhotel. Tað vil siga hotelrúm og stórt ráðstevnuhøli.
Fyrireikingarnar eru í gongd, sigur Kári Hentze, men leggur afturat, at tað verður ikki í ár, at tað arbeiðið verður liðugt.

Hugnatiltøk
Tey fara at spenna seg út á hotellinum i vár og í summar, sigur Kári Hentze. Ymisk tiltøk verða á skránni í vár, eins og tey í summar fara at skipa fyri fleiri sonevndum Føroyakvøldum á hotellinum.
Kári Henze sigur, at tiltakið við vínsmakking í fjør eydnaðist heilt væl, og skipað verður fyri einum slíkum aftur í vár.
Eisini verða øðrvísi vikuskifti, sum hann nevnir tey, á hotellinum. Skipað verður fyri túrum frá hotellinum, eins og undirhald verður um kvøldið.
Royndirnar í fjør vóru so mikið góðar, sigur hann, at hann ivast ikki í, at royna tað aftur.
Byrjað verður í februar, sigur Kári Hentze, og hildið verður á til út í apríl mánaða við hesum tiltøkunum.
Tá mai mánaði er komin, er sumarið longur komið, og Hotel Vágar fer undir summarskránna.
Í summar verður skipað fyri teimum sonevndui Føroyakvøldunum. Eini seks-sjey eru fyribils sett á skránna, sigur Kári Hentze. Tey verða skipað við føroyskum mati og mentan, so sum upplestri og føroyskum dansi.

Køkurin
Í køkinum á Hotel Vágum er nógv at gera. Bæði til teirra, sum búgva og eta á hotellinum, men eisini tílíkt, sum latið verður út úr húsinum.
Hotel Vágar ger allan matin, sum latin verður umborð á flogførini á flogvøllinum í Vágum, greiðir Kári Hentze frá.
Umframt ger hotellið mat til allar tunnilsarbeiðararnar í Vágum. Og teir eru við tíðini vorðnir bara heilt nógvir, letur hann at. Bæði í samband við undirsjóvartunnilin og Gásadalstunnilin.
Maturin verður vanliga koyrdur á arbeiðsplássið, hóast onkur teirra kemur á hotellið at eta.
Í samband við seinasta skotið í undirsjóvartunlinum varð skipað fyri hátíðarhaldi, har eisini matur frá Hotel Vágum var at fáa.
?Eitt sindur havi eg roynt fyrr, sigur Kári Hentze, men hetta var fyrstu ferð, eg havi verið við til at skipa fyri móttøku mitt inni í einum tunli.
Borðhald varð inni í tunlinum fyri umleið 250 innbodnum gestum, eins og borðreitt eisini varð uttan fyri tunnilsmunnan Vágamegin fyri teimum umleið 200 fólkunum, sum komin vóru at síggja, tá skotið varð.
Seinni um kvøldið var veitsla í Bygdarhúsinum í Miðvági fyri innbodnum. Eisini har stóð Hotel Vágar fyri matgerðini.
Matstovan á Hotel Vágum verður alt meira vitjað, sigur Kári Hentze. Serliga er tað um vikuskiftini, at fólk støkka inn á gólvið at fáa sær ein betri bita, sigur hann.