Upsafiskiskapurin er vánaligur

Flestu ísfiskaskip koma inn at landa fyri páskir, men onkur skip, sum nýliga eru byrjaði túr, landa helst ikki fyrr enn eftir páskir.

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, men fiskiskapurin eftir upsa er vánaligur í løtuni. Væntandi er, at flestu ísfiskatrolarar koma inn at landa fyri páskir. Men, onkur pør eru nýliga byrjaði túr og landa tí ikki fyri páskir.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vistu tey í gjár at siga, at ein djúpvatnstrolari ger royndir eftir toski og hýsu á Føroyabanka, tveir fiska upsa, og ein fiskar svartkalva.

 

Væntandi koma allir djúpvatnstrolararnir inn at landa í næstu viku. Í gjár landaðu tveir trolbátar, og teir fóru væntandi avstað aftur beinanvegin.

 

- Trý garnaskip fiska svartkalva, og væntandi koma øll trý inn at landa í næstu viku. Skipini, sum fiska svartkalva, hava brúkiligan fiskiskap, og eitt garnaskip fiskar havtasku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.