Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap. Skipini fáa mest av upsa og so nakað av hjáveiði av hvítum fiski.
Partrolararnir hava smáligan fiskiskap.
- Væntandi er, at øll fýra pørini koma inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Trý partrolarapør liggja, men væntandi loysir okkurt parið aftrat í næstum.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tveir ísfiskatrolarar fiska tosk á Íslandsrygginum, og báðir koma helst inn at landa í næstu viku.
- Tveir frystitrolarar fiska svartkalva undir Føroyum, verður lagt aftrat um djúpvatnstrolararnar.
Seinastu dagarnar hevur bara ein av teimum smáu trolbátunum verið til fiskiskap. Teir koma væntandi inn at landa miðskeiðis í næstu viku.
Í løtuni fiska tvey garnaskip svartkalva, og eitt fiskar havtasku.
- Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, og øll koma inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.