Samráðingarnar um eina møguliga vápnahvíld í stríðnum millum Ísrael og Hamas í Gazageiranum eru í dag endaðar úrslitaleysar.
Tað upplýsa egyptisku myndugleikarnir í kvøld.
Sambært útlendskum miðlum hava USA, Egyptaland, Ísrael og Qatar luttikið í samráðingunum, sum hava verið í egyptiska høvuðsstaðnum, Kairo.
Meðan samráðingarnar hava verið, eru tað alt fleiri lond, sum heita á Ísrael um ikki at fremja tey álop, sum landið hevur ætlanir um har suðuri í Gazageiranum.
Sagt verður, at fleiri enn ein miljón palestinar eru flýddir suður hagar undan ísraelskum álopum í Gazageiranum.
Í umrødda býnum, Rafah, sum liggur við markið til Egyptaland, búðu 300.000 fólk fyri kríggið, og nú verður roknað við, at fleiri enn ein miljón palestinar eru um hesar leiðir.
Her eru eisini mong heimleys, sum eru rýmd úr egnum heimum aðrastaðni í hersettum økjum í Gazageiranum, og mong av hesum búgva í tjøldum.
Hjálparfelagsskapir siga, at hesi fólk hava ongastaðni at fara, um Ísrael ger av at fara inn í Rafah við sínari hermegi, og vandi er fyri, at mong túsund fara at doyggja.
Lagt verður aftrat, at týsnáttina skutu ísraelskir stríðsvognar móti eystara parti av Rafah, og fólk í økinum vóru ræðslusligin.