Leygardagin kl.10.00-16.00 vera Beinta & Rannvá í Miðlahúsgarðinum, har ymiskt til urtagarðin úr granitti verður til sølu Beinta & Rannvá er ein fyritøka í Kvívík, ið framleiðir ymiskt til urtagarðin úr granitti. Í vár hava Beinta og Rannvá Isaksen verið runt ymsa staðni í Føroyum við urtagarðslutum, og leygardagin vera tær í Miðlahúsgarðinum frá kl.10.00 til kl.16.00. Alt frá vatnspølum við ljósi, beinkjum, óljulampum til opnir eldstaðir úr leiri vera at fáa. Endamálið við tiltakinum er, at vísa teimum, ið eru áhugaði, at tað ber til at hava ein hugnaligan og vakran urtagarð úr granitti. Granitt er sera væl egnað til føroyska veðurlagið, greiðir Beinta Isaksen frá. Eldstaðirnir hóska eisini væl til at grilla uttandura. Beinta greiðir eisini frá, at tiltøkini, ið hava verið í vár, eru væl eydnaði.