Uruguay suðuramerikanskur meistari fyri U20 landslið

Lítla suðuramerikanska landið heldur fram við góðu úrslitunum í altjóða fótbólti

Tað búgva bert 3,4 miljónir fólk í lítla suðuramerikanska landinum Uruguay. Kortini hevur landið støðugt seinastu øldina gjørt vart við seg við góðum úrslitum og avrikum í altjóða fótbólti.

 

Og "Celeste", sum fótbóltslandsliðið hjá Uruguay verður nevnt hevur eina bjarta framtíð. Í nátt føroyska tíð vann Uruguay suðuramerikanska meistaraheitið fyri U-20 landslið. Talan er um áttandi ferð, at Uruguay vinnur suðuramerikanska meistaraheitið fyri U-20 landslið. Tó er hetta fyrstu ferð síðani 1981, at Uruguay vinnur hesa kappingina. 

 

Uruguay vann avgerandi dystin á tjóðarleikvøllinum í Quito í Ekvador 2-1 yvir vertunum. Samstundis tapti nærmasti kappingarneytin í finalubólkinum, Venesuela 0-2 ímóti Argentina. Ein dystur, sum var spældur fyrr á degnum í Quito í Ekvador. Kolumbia og Brasil spældu javnleik 0-0.

 

Joaquín Ardaiz gjørdist stóra hetjan hjá Uruguay við at skora bæði málini ímóti Ekvador. Bæði málini hjá Uruguay komu fyrstu 25 minuttirnar av dystinum. Uruguay var á odda 2-0 í steðginum. 

 

Endaliga støðan í finalubólkinum gjørdist hendan :

 

1. Uruguay +5   12 stig

2. Ekvador +3   7 stig

3. Venesuela +2   7 stig

4. Argentina -3   7 stig

5. Brasil 0   6 stig

6. Kolumbia -7   2 stig

 

Uruguay, Ekvador, Venesuela og Argentina hava vunnið seg til U20 heimsmeistaraheitið, sum verður í Suðurkorea, dagarnar frá 20. mai til 11. juni í ár.