Kríggj í Irak
Árni Joensen:
Svenski formaðurin hjá ST-vápnaeftirlitsmonnunum er sjáldsama opinskáraður í einari samrøðu, sum eysturríkska tíðarritið News hevur havt við hann, og sum tíðarritið prentaði í gjár.
- Vit fingu hurðina í høvdið. Hálvur fjórði mánaði var ikki nóg mikið, og eg haldi heldur ikki, at tað var ætlanin við samtykt nummar 1441, sigur Hans Blix við News.
Hann sigur, at hann kendi tað, sum at USA arbeiddi ímóti sær.
- Eg hevði kensluna av, at amerikanararnir vóru argir um arbeiði okkara, sigur Hans Blix. Hann sigur, at amerikanska stjórnin vildi hava eftirlitsmenninar at koma til niðurstøður, sum passaðu til amerikanska politikkin.
- Gjørdu vit ikki tað, funnust teir at okkum, sigur sviin.
Hans Blix væntar ikki, at Saddam Hussein fer at nýta hópoyðingarvápn ímóti amerikansku og bretsku hermonnunum.