USA mist 101 hermenn

Amerikanska verjumálaráðið Pentagon kunngjørdi í gjár, at 101 amerikanskir hermenn eru falnir, síðani amerikanarar og bretar lupu á Irak fyri trimum vikum síðani.
Sambært uppgerðini hjá Pentagon eru 399 hermenn og onnur starvsfólk hjá herdeildunum í Irak særd í krígnum.
Ellivu amerikanskir hermenn eru horvnir, og irakar hava tikið sjey amerikanskar hermenn til fanga, sigur Pentagon.